Turið Sigurðardóttir hevur týtt Afturgongur. Bárður Dal Christiansen hevur sniðgivið vøkru kápuna.

Afturgongur Ibsen: Fortíðin fyllir nútíðina

Leikurin "Afturgongur" varð skrivaður í 1881, ímillum "Dukkuheimið" og "Fólksins fígginda". Allir tríggir eru hesir leikirnir djúptøkin kritikkur av samfelagsstovnum  og autoritetum. Vakti Dukkuheimið øsing, so var skelkurin, sum "Afturgongur" elvdu til, enn størri. Ibsen varð sagdur hunddálka alt tað besta: familjuna, hjúnabandið, kærleikan millum foreldur og børn, álitið á umboðsmonnum kirkjunnar.

07.10.2019
Turið Sigurðardóttir
Bókaprát

Tær ógvuliga sterku reaktiónirnar  stóðust eyðvitað  ikki minst av, at leiklist Ibsens var nýskapandi: ein realisma, sum læt áskoðararnar síggja beint inn í stovuna hjá samtíðarmenniskjum. Í dag eru vit ikki á sama hátt skakað av hesum slagnum av realismu sum slíkari. Men tað borandi orðakynstrið og fløkta leikgongdin hjá Ibsen virka líka sterkt enn.
 
Sum leiklistaverk uppfyllir Afturgongur til fulnar tey klassisku formkrøvini til harmleikin: Fáir (bara 5) og týðuliga skapaðir persónar, miðsavnað og samfeld hendingagongd, leikurin fer allur fram á sama stað, og leiktíðin er minni enn eitt samdøgur. Hesin strangi formurin ikki ikki haft hjá Ibsen; tvørturímóti gevur hann honum høvi til at skapa eina ómetaliga máttmikla ”sannleikans stund”, sum rennur upp, tá ið persónarnir í tí stutta bili, leiktíðin fevnir um, verða settir yvir av tí dýpi av fortíð, ið eins og ein hevnandi ond brýtur inn í nútíðina. Meistari sum hann er í tí afturlítandi tøknini, vevur hann lag eftir lag av fortíð inn í hvønn einasta dropa av teirri dramatisku nútíðini.

Turið Sigurðardóttir hevur týtt AfturgongurÍ miðdepli er frú Alving , sum í 10 ár hevur sitið einkja eftir Alving kamarharra. Leikur fer fram kvøldið fyri, at eitt barnaheim, sum frú Alving stovnar til heiðurs fyri minnið um mann sín, skal vígast. Leiktíðin er sostatt vígsludagsaftan og fram ímóti morgni dagin eftir. Men vígsla verður eingin. Allur leikurin er  avdúking  av spilling og sviki, sum tað ætlaða barnaheimið skal fjala útyvir og vera avlát fyri. Fyrsta avdúkingin er, at Alving kamarharri hevur livað í ólevnaði, og at hjúnaband hansara og frú Alving hevur verið eitt eiti; av tí sama sendi frú Alving  tíðliga son teirra heimanífrá fyri at verja hann móti tí ljóta sannleikanum. Soleiðis tykist í leiksbyrjan, sum um kamarharrin sáli er hin einasti seki í familjuóeydnuni, sum nú kann fáa ein enda við tað, at sonurin er komin heim, og heimið fyri foreldraleys, sum er kostað av peningi kamarharrans, er sáttargerð fyri hann. Men skalvurin er lopin og skræðir fyri sær. Tað vísir tað seg, at lagnutræðrirnir hjá øllum persónunum eru tætt samanflættaðir. Barnaheimið er høvuðssýmbolið fyri hykl og kávalæti. Men allir persónarnir eru fongdir við falsi, hjá øllum eru duldar, sjálvgóðar tilelvingar aftan fyri tað, ið sær út sum næstrakærleiki. Í Dukkuheiminum rýmir Nora, hon fer. Í Fólksins fígginda veit Stockmann lækni seg hava rætt, hóast mannamúgvan steinar vindeyguni hjá honum, og hann er til reiðar at halda fram í stríðnum fyri hugsjónum sínum. Men í Afturgongum er ov seint: tá ið hyklið og ósannindini, sum hava rátt so leingi, verða avdúkað, eru øll virði týnd.    
    
Afturgongur er ein av borgaraligum stovuleikunum hjá Ibsen. Orðaskiftið millum persónarnar er nágreiniliga konstruerað og er ein tætt riðaður, samansettur, men eisini samanhangandi veftur. Tær nógvu longu útsagnirnar, ofta líkastar einarøðum, í samrøðum millum persónarnar, eru soleiðis, at hvørt orð er ein neyðugur liður, sum knýtir seg til aðrar liðir. Longstu og mest krevjandi replikkirnar eru tær hjá frú Alving og Manders presti.

At tíðin er farin, tá ið prestaembæti gevur einum manni sum tí naiva Manders autoritet, eitt nú til at fáa eina kvinnu sum frú Manders at verða verandi í einum eitraðum hjúnabandi, og at eiheldur hjúnaband longur hevur ta støðu,  tað ger ikki leikin minni viðkomandi, tí í dag eru aðrir autoritetar, sum vilja siga fólki, hvat tey skulu gera, og tíðin er ikki farin frá høvuðstemanum, sum er grundleggjandi viðurskifti millum menniskju. Hvussu leingi ber tað til at fjala útyvir og látast sum einki, uttan at tað fær lagnutungar avleiðingar? Er tað dirvisloysi og sjálvgóðska  ella tolsemi og sjálvsavnoktan, tá ið latið verður standa til, ólíkindi told og breitt verður út yvir ótespiligan sannleika? Ber til at byggja nakað gott á moralskum rotinskapi?

...

Bókin kostar 198,- og kann keypast her

07.10.2019
Turið Sigurðardóttir
Bókaprát

More articles