Hvussu verður samlag skapt ímillum fólk? (gjar 4)

Hmm…av hvørjum skapast samlag millum fólk?
nei, er tað  eingin greiðsvaraður spurningur…hvat tá…

11.10.2019
Carl Jóhan Jensen
Ymist

og meira enn so verður tikið til tey stóru hugtøkini…men nú er tað so við stórum hugtøkum, tey eru ikki so at týða altíð…tak eitt nú átrúnað…halgihald eyðkennist, sum øll vita, av siðvenju…kjølfest við ógreiðum hugtøkum sum „náði“, „frelsa“ og  „signing“…endurtikin í lítið broyttum ritualum hava tey ættarlið eftir ættarlið halgað óreingileika um seg…til eingin veit neyvt, hvat tey merkja longur…kortini hava tey kenslubundna meining, og hon bindir einstaklingin í trúnna, í felagskapin um trúnna…tað alnetið av vissu um hitt óvissa…

men tað er nú ikki fyri tann skyld, at vit hugsa so nógv jarðbundnari um tað ótrúariliga…

tað hugbæra, ikki at siga luftkenda, er oftari enn ikki grundarlag til okkara samfatan av tí, ið ikki er nærindis so dularfult sum hin Gamli á Bláloftunum…eitt nú samskifti okkara við onnur…hvussu tey eru háttað ella eiga at vera skikkað…tá rópa vit okkum ikki upp á trúgv longur…tvørturímóti…vit siga okkum vita og hava undirbygdar áskoðanir…

hugtøkini gaman í ikki so stór tá sum „náðin“ og „Guð“…verri enn so…men alt tað sama onku-óvissu-staðni millum sannroynd og tað, ið vit billa okkum inn og hjartafriðurin treingir til…

tak hugtøk sum „umhugi“, „mannmildi“ og „samanhald“ til dømis…so eg tali nú ikki um „kærleikan“…

ja, alt hetta, vit hava lært at halda og til samans ger okkum eina mótsagnaleysa, ja, næstan  altargangslíka uppliving av eind gjøgnum „nærleika“…sokallaða „eydnu“…er tað ikki beint tvørturímóti teimum líkindum, sum jarðvistin bjóðar?…teirri grótkøldu sannroynd, at millummenniskjansligt samband treytast av fráveru og missi, av teirri øvutu eind, ið onkur kallar „neind“…at grundkorini, altíð eru som…sama „einsemi“ í nýggjum og aftur nýggjum líki?

ella sum Ísmael, høvuðspersónurin í „Terningum/ søgur av tilvild“, sigur einastaðni:  jarðvistin er tann deyði, sum livst yvir moldum…

í hansara hugaheimi níva høpisloysi og sjálvsøkni menniskjuni…fáa tey at trákkast eftir „eydnuni“, men „eydnan“ í sínum lagi eingin trygd fyri gleðiligari uppreisn frá tómleika og kann líka skjótt leiða tað ásanning av sær, at tað „fagra“ og „ljóta“ eru eitt feitt…  

tær viðhongdu myndirnar vísa eitt verk eftir franska myndhøggaran Auguste René Rodin (1840 – 1917)…gipsmaskan, sum tann yvirvaksna og trúgandi hondin høgrumegin sýnist evna til, er av Camille Claudel (1864 – 1943)…hon var sjálv myndhøggari og millum fremstu listafólk í Fraklandi í sínum ættarliði…

knappliga tjúgu ára gomul, fyrst í átjanhundrað og fýrsunum, kom hon í hóslag við Rodin, arbeiddi saman við honum og fyri hann í verkstovu hansara í París…Rodin var frá fyrstu løtu hugtikin av Camille og forelskaði seg í henni…leingi, út í átjanhundrað og hálvfemsini vóru tey í ástarsambandi bæði, um enn ongantíð par sum so…Rodin sýtti fyri at yvirgeva Rose Beuret, ið hann hevði hildið saman við í eini tjúgu ár, áðrenn Camille kom upp í leikin…og sum vera man vóru viðurskiftini millum tey elskandi stormasom...íðan var Camille ein sjálvstøðug og eginviljað kvinna…fekk ikki sætað sær í skugganum av einum manni…síðst av øllum listarliga…

verkið á myndunum er tað fyrsta av mongum portrettum, ið Rodin gjørdi av Camille Claudel…

og framsetingin so nakin, hon er, og øll burturav savnað um andlitsdrøgini, nítir so undarliga í hjartað…tey víðopnu eyguni við sínum tómliga starandi útliti, geva maskuni eitt ógloymiliga líðisamt yvirbragd…somuleiðis sæst farvegurin eftir teir ymsu formspartarnar, sum maskan var stoypt í, og líkist seymi ella pentum…alt sigur hetta nakað um, hvussu Rodin hugsaði samband sítt við sína nógv yngri unnustu og samstarvsfelaga…men alt hann, tað ið best er vitað, virdi list hennara og gávur, var hann meistarin…hon tilfarið í hondum hansara…

jú men, var tíðin soleiðis…tá…kanst tú siga…og kortini…hóast kynini standa á nakað javnari føti í mun til almenn rættindi nú enn fyri hundrað og fjøruti árum síðan, rínur henda maskan enn á og skakar…við hesi øgiligu hondini yvir sær, sum í senn vil skapa, men samstundis kann knúsa, er hon ein ímynd av, hvussu náðileyst einsemi kann vera í síni eftirsókn eftir vindi, eftir síni uppreisn í „eydnu“…eisini á okkara, sum sagt, upp á seg kynsjavnaðu og trúleysu døgum…
og nettupp hetta…einsemin sum eitt eydnudriv í tíðini og javnan fyrilitsleyst, er eisini eitt høvuðstema í Terningum/ søgur av tilvild…
 
Bókin (kanska tann einasta, sum ikki dúvar upp á sjúku hetta bókaheystið, men í staðin setur sær fyri at lýsa skuggaspælið í tíð og samfelag við fynd og humoristiskum flogi), verður, eins og áður fráboðað, løgd fram á Orðum og tónum týsdagin tann 29. oktober klokkan 20.00…tiltakið er sum vant á Reinsarínum í Tórsgøtu…
 
Spyrst so skilst…

11.10.2019
Carl Jóhan Jensen
Ymist

More articles


#}