Svik avdúkað í Bylgjuni í Runavík

Hvussu eyðnaðist tað Føroya ríkasta samtaki at fáa ein ­ólóglig­an skattafrádrátt upp á 90 milliónir krónur úr landskassanum, hvussu royndu føroyskir myndugleikar at verja bankan, og hvørjar avleiðingar fekk hetta fyri KvF?

11.11.2019
Sprotin
Bókaprát

Tað ber til at lesa í nýggju bókini SVIK, ið Jan Lamhauge hevur skrivað. Sjálvur gekk hann á odda í avdúkandi journalistikkinum hjá KvF av sonenvnda skattamálinum og upplivdi eisini, hvussu hetta ávirkaði innanhýsisviðurskiftini í KvF.

Fólk við Skálafjørðin fáa nú sum tey fyrstu høvi til at hoyra høvundin greiða frá hesari tilgongdini, tí mikukvøldið 13.11. verður bókin løgd fram í Bylgjuni í Runavík. Á skránni verður m.a. samrøða millum Finn Koba og Jan Lamhauge og Enekk fer at spæla tónleik.

Tiltakið byrjar kl. 19 í Estetiska salinum í Bylgjuni í Runavík. 

11.11.2019
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?