Endiliga ein skaldsøga fyri føroyskar sjómenn

Hoyrdu tit Bjarka Skúvadal í KvF greiða frá neyðini, íslendsku trolarararnir vóru í undir New Foundlandi í februar 1959?

18.11.2019
Sprotin
Bókaprát

Hetta vóru tungir síðutrolarar, og summir høvdu fulla last, tá ið barometrið reyk í botn. Sjógvurin var ísakaldur, og so brast illveðrið á. Tað vardi í 4 samdøgur, meðan menn av øllum alvi bardust fyri at halda trolaran flótandi. Tað oysti inn yvir skipið, og skjótt legðist tjúkk skón av gleri um alt stálið og tyngdi tað so ógvisliga, at tað hótti við at trygda farið niður á havsins botn.
 
Ein, sum fyrstu ferð varð sloppin til skips við stórum skipi, var við henda minniliga túrin. Hann greiðir frá tí, hann upplivdi, tá ið so illa stóð til, at allir menn bardust bókstaviliga fyri lívinum. Teir bankaðu ís, til teir segnaðu. Teir vórðu so illa kroystir, at teir noyddust at sleppa bjargingarbátunum og skera gálgar og dávitar av fyri at halda skipinum omaná.
 
Søgan er hjartanemandi og hugfangandi sum fáar – hon fer beint í hjartað á føroyingum.

Carl Johan Jensen týddi úr íslendskum.

Stormfuglar kemur á marknaðin fríggjadagin 22. novembur.

18.11.2019
Sprotin
Bókaprát

More articles