Bókin er á ongan hátt ævisøga, men fyrimyndin til kvinnuna, ið Sólrún lýsir við so stórum innlivingarevnum, er omma hennara.

Sólrún Michelsen heimtar silvur úr ættini

Ein genta tænir á einum garði, og bóndin neyðtekur hana. Hon verður við barn og vil ikki siga, hvør ið pápin er. Skaldsøgan hevur henda tilburð og lagnuna hjá hesari kvinnuni sum snúningsás. Bókin er á ongan hátt ævisøga, men fyrimyndin til kvinnuna, ið Sólrún lýsir við so stórum innlivingarevnum, er omma hennara.

20.11.2019
Sprotin

Á bókadøgunum fer Sólrún Michelsen at tosa við Óluvu Klettskarð um skaldsøguna Ein táttur er silvur.

Ein syrgiligur tilburður, ið fer fram fyri aldaskiftið 1800-1900, setur gongd á skaldsøguna. Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan. 

Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum. 

Hetta er seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan, ið vóru um aldaskiftið, verða flættaðar inn í hesar lagnulýsingar – m.a. tann harðrendi Axel Fr. Moe, sum Dansk Indre Mission sendi til Føroya.

Tann eina gentan, sum hevur stórar ætlanir við lívi sínum, fer á ein bóndagarð at tæna og forvinna sær nakrar krónur, tí hugurin liggur út í heim. Bóndin neyðtekur hana, og barn spyrst burturúr.

Eingin fær at vita, hvør pápin er, men hon skal liva við skommini. Vit fylgja henni á einsomu leiðini at fóta sær eftir illgerðina.

Hetta er ein stórbær søga í øllum stillum. Ein eym og kenslurík lagnusøga, sum bara kundi fallið saman við øllum hinum, sum líkjast, men sum nú er skrivað til eina fína skaldsøgu.

Bókin kemur á marknaðin fríggjadagin 22. november.

Á Bókadøgunum í NLH leygardagin 23. nov. kl. 16 fer Óluva Klettskarð at tosa við Sólrúna um nýggju skaldsøguna.

Øll eru hjartaliga væl komin.

20.11.2019
Sprotin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?