Risatilboð og áhugaverd skrá
Sprotin verður sjálvandi við á Bókadøgunum um vikuskiftið.
Í Sprotastovuni ber til at kunna seg um allar okkara 2019-bøkur, og sum nakað serligt selja vit fimm tær dýrastu bøkurnar við stórum avsláttri.
Í Høllini og í Sprotastovuni eru ógvuliga áhugaverd tiltøk. Heilt frá føroyskum bóndaborði til sjáldsamar, føroyskar tónar og nýggj føroysk bókaavrik.
Hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið um vikuskiftið.
Skrá og tilboð síggjast á myndini niðanfyri.
Berst onkrum frá at koma í Norðurlandahúsið um vikuskiftið, ber eisini til at bíleggja bøkurnar fyri serprís á sprotin.fo. Prísurin er galdandi frá 22. til 24. nov.