Anna Rubeksen skrivaði m.a. saman við Katrinu í Geil og Súsonnu Sørensen Tá ið ókunnufólk kom á leið Ingrid Hofstra

SPROTIN fagnar tykkum!

Á Sprotanum vilja vit fegin varpa ljós á, hvussu ómetaliga stóran part av okkara arbeiði, konufólk hava gjørt í fjør og fram til 8. mars í ár.

08.03.2020
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Anna Rubeksen skrivaði m.a. saman við Katrinu í Geil og Súsonnu Sørensen Tá ið ókunnufólk kom á leið
Marita Thomsen týddi bókina til enskt When Strangers Came Knocking
Anja Tell týddi hana til týskt Bei Färingern zu Gast
Ingrid Hofstra tók myndirnar
 
Katarina Nolsøe skrivaði leikin Leitanin eftir at vera
Elin Henriksen týddi skaldsøguna Tá ið einglar spæla Mozart
Eva Nielsen skrivaði Faroes(e) og fekk hana eisini út á fronskum
Erika Fatland kom til Føroya at leggja fram stórverkið Markið
Jóhanna Magnusardóttir og Kimberly Joy løgdu fram kin-fø / fø-kin orðabók
Tóra Tóroddsdóttir týddi skaldaverkið Ljós heimsins (4 bøkur)
Sólrún Michelsen skrivaði skaldsøguna Ein táttur er silvur
Anja Tell týddi tvey verk úr týskum: Fuglaparadísið Mykines og Váðafúsir føroyingar
Astri Luihn gjørdi kápuna til Tá ið einglar spæla Mozart
Solby Christiansdóttir skrivaði skaldsøguna Gloymdur
Turid Thomsen skrivaði stuttsøgusavnið Í løtuni
Tatina Goldberg gjørdi kápuna til Virus 
Marna Jacobsen týddi skaldsøguna Leksikon um ljós og myrkur
Turið Sigurðardóttir týddi leikin Afturgongur
Sára Mikkelsen gjørdi kapuna til Ikki fyrr enn tá
Margit Baadsager skrivaði dagbókina Góða systir
Edith Mørkøre gjørdi kapuna til Góða systir
Katrin Apol ritstjórnaði dagbókina Fjallafólk á flatlendi
Elin Neshamar legði fram stóra grønlendska-føroyska orðabók
 
Erla Berghamar, Rósa Heinesen, Elin Henriksen, Randi Bjørk, Rúna Berghamar, Randi Kúrberg, Erla Zachariasen, Marita Thomsen, Kalpana Vijayavarathan, Kristinbjørg Høgnesen, Sonja Deng hava lisið rættlestur.
 
Eydna Skaale, Dorit Hansen, Óluva Zachariasen og Óluva Klettskarð hava havt samrøður við høvundar.
 
Kinna Poulsen, Dorit Hansen, Malan Marnersdóttir, Marna Jacobsen og Eilen Antoniussen hava umrøtt og ummælt verkini.
 
Hanne Jacobsen og Eilen Antoniussen hava ritstjórnað.
 
Gunnvá Zachariasen, Ria Tórgarð, Katrin Nolsøe hava lisið ljóðbøkur inn.
 
Tina Ragnudóttir hevur samskipað máltænastuna.
 
Rannvá Isaksen hevur havt bókhaldið.
 
Sonja Kjølbro hevur sniðgivið, útvegað tilboð, greitt til prentingar.
 
Sára Mikkelsen hevur sniðgivið og gjørt kápur.
 
Eilen Antoniussen hevur skipað fyri bókadøgunum.
 
Elisabeth Joensen og Kristianna Poulsen hava umsitið verkini á Bókamiðsøluni.
 
Rønn Eliasen og Oddvør á Lakjuni hava skipað fyri teimum stóru Mentanartiltøkunum í Fuglafirði.
 
Turid Maria Jóhansdóttir hevur havt Reinsaríið heitt og hugnaligt til øll O&T tiltøkini.
 
Eg takki tykkum øllum hjartaliga fyri avrikini og vóni, at tit allar fáa ein góðan kvinnudag. Vóni ikki, at nøkur er dottin burtur ímillum í ramsuni.
 
Jonhard Mikkelsen

08.03.2020
Jonhard Mikkelsen
Ymist

More articles