Tórsgøta LIVE - ORÐ OG TÓNAR

Orð og tónar beinleiðis úr Reinsarínum mikukvøldið 8. apríl kl. 21.

06.04.2020
Sprotin
Orð og tónar

Mikukvøldið sleppa føroyingar at hoyra um forvitnisligu dagbókina "Fjallafólk á flatlendi", ið Katrin D. Apol hevur latið úr hendi. Langomman, Sanna Apol (f. Reinert) úr Norðradali flutti í 1920 nýgift til Hollands saman við hollendska manni sínum. Sanna fall ongantíð til í Hollandi, men kendi seg fjøtraða í leiklutinum sum „fjallafólk á flatlendi”.

Í dagbók síni skrivar hon um sítt tvílyndi, sum í stóran mun snýr seg um stríðið millum náttúru og mentan bæði á persónligum og samfelagsligum stigi.

Í hesi bókini fæst sjáldsamt innlit í tankar og gerandislív hjá føroyskari kvinnu fyri útvið hundrað árum síðani.

Hoyr Dorit Hansen tosa við Katrina um dagbókina hjá ommuni.

Tónunum fer Bárður Johannesen at standa fyri.

Set teg afturá við einum glasi ella koppi og njót løtuna - eins og vart tú í Reinsarínum. Til Orð og tónar.

Tiltakið kann síggjast í sjónvarpinum og stroymast á

https://torsgota.fo/stroyming/ og

https://sprotin.fo (á forsíðuni)

06.04.2020
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?