iStock

Skal eg royta tær skógvarnar, áðrenn tú fert í teir?

Tá ið Ketil á sinni skuldi fylgja Lias Berint, høvdu skógvarnir staðið so leingi undir beinkinum, at teir vóru vorðnir allodnir. Tá ið Kálvur tekur teir undan beinkinum spyr hann pápan: Pápi, skal eg royta teir, áðrenn tú fert í teir?

12.04.2020
Sprotin
Ymist

Hetta er støðan hjá okkum allarflestu í dag, ið ikki hava arbeiði á sjúkrahúsi ella at varða um okkara eldru borgarar.

Tað, ið vit kunnu gera, er at bíða tolin og brúka tíðina skilagott. Tey, ið hava verið alt ov stressað, hava nú stundir at gira niður. Tey, ið hava ynski um at skriva ella vilja læra seg at tekna, brodera, binda o.s.fr., kunnu nú royna síni kynstur við góðari samvitsku.

Hevur tú hug at røra teg, so sendir yogasetrið live, Diana Jógvansdóttir, fintessinstruktørur hjá Burn sendir eisini live, nýggj síða er, sum lærir teg at binda (binda.fo), WAUW studio vísir tær, hvussu tú kanst snøgga tær hárið, og kenna tit skillshare? Har eru tutorials til alt hugsandi kreativt. Ella hevur tú kanska hug til eitt lesimaraton? Vit á Sprotanum hjálpa tær fegin at velja bøkurnar. 

 

Hetta gjørdust einar løgnar páskir. Men nú mugu vit standa saman og royna at basa hesum virusinum, og tað gera vit við at virða boðini frá heilsumyndugleikunum.

Hetta, sum alt annað, megna vit eisini, so leingi vit eru saman um tað.

Ansið eftir tykkum, kæru. Og vit á Sprotanum ynskja tykkum øllum einar gleðiligar páskir.

  

 

 

 

Stjórin og maskotturin hava pyntað seg til ein øðrvísi páskadøgurða.

12.04.2020
Sprotin
Ymist

More articles