Orð og tónar LIVE - Gilgamesh og Ólavur

Í kvøld kl. 21 leggja Theodor S. Olsen, prestur, og Poul Gutttesen, lektari, fram seinasta verkið, ið Viderø skrivaði, og sum nústani er komin undan kavi.

14.04.2020
Sprotin
Orð og tónar

Bókin er um hugsanir, ið menniskju hava drigist við fyri 5000 árum síðum og sum framvegis plága okkum. Viderø hugleiðir um tann leitandi Gilgamesj, sum var kongur í Mesopotamia, og um somu órógv og sama tómleika í nútíðarmenniskjum. Hvussu vit eitra okkum umhvørvið, og hvussu grunnskygd vit eru, hóast so væl siðmentað.

Aftur við hesum forvitnisliga práti fer Ólavur Jakobsen at hugfanga okkum við sínum altíð góðu gittartónum.

Set teg afturá við einum glasi ella koppi og njót løtuna - eins og vart tú í Reinsarínum. Til Orð og tónar.

---

Orð og tónar verða hóskvøldi 16. apríl kl. 21. Tiltakið verður í sjónvarpinum, og kann stroymast her:

https://torsgota.fo/stroyming/

https://sprotin.fo (á forsíðuni)

14.04.2020
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?