Orð og tónar LIVE - J.P. Gregoriussen og Hans Ravnsfjall

Ein av fremstu arkitektum okkara man vera J. P. Gregoriussen, sum varð føddur í Havn í apríl 1932.

20.04.2020
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Umframt rúgvismikla avrikið sum arkitektur hevur Palli eisini givið út fleiri bøkur - ferðafrásagnir við egnum tekningum, bøkur við tekningum úr gomlu Havnini, stórverkið við uppmátingum, tekningum og frásagnum um tær eldru føroysku kirkjurnar og til seinast bókina um teir gomlu prestagarðarnar.

Nú kom so løtan at gera eina bók um Palla sjálvan.

Bókin er í tveimum táttum, sum ganga lið um lið gjøgnum alla bókina.

Annar er ævisøga hansara, fyrst og fremst bygd á tær samrøðurnar, hann hevði við Jógvan Arge í útvarpinum fyri nøkrum árum síðan, pyntaðar og kryddaðar við myndum og tekningum, sum lýsa søgurnar, støðini og fólkini, ið verða umrødd. Palli er tikin úr leiki sum frásøgumaður, minnið er gott og upplivingarnar nógvar.

Hin eru tær bestu av teimum nógvu byggiverkætlanum og bókaútgávunum, hann hevur verið partur av. Palli varð liðugur á Kongaliga Listaskúlanum í Keypmannahavn í 1960, og síðani tá hevur hann arbeitt sum arkitektur. Tað ger hann framvegis, hóast skjótt 88 ára gamal. Hugflogið er ríkt, og ofta kemur hann við hugskotum, sum ongin frammanundan hevur hugsað um.

Hóskvøldið kl. 21 fara Hannis Egholm og Albert Isfeldt, arkitektar, at práta um nýggju bókina og um Palla.
Tónleikinum fer Hans Ravnsfjall at standa fyri.

Set teg afturá við einum glasi ella koppi og njót løtuna - eins og vart tú í Reinsarínum. Til Orð og tónar.

Tiltakið verður í sjónvarpinum, og kann stroymast her:

https://torsgota.fo/stroyming/

https://sprotin.fo (á forsíðuni)

20.04.2020
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

More articles