Orð og tónar LIVE - Stormfuglar og Flytifólk

Í Orð og tónum 7. mai fara Carl Johan Jensen, sum týddi "Stormfuglar" úr íslendskum, og vestmenningurin Bjarki Skúvadal at tosa um um hesar sjaldan ringu dagar á Nýfundnalandsleiðum. Tónleikinum fer spennandi bólkurin Flytifólk at standa fyri.

06.05.2020
Sprotin
Orð og tónar

Stormfuglar er skakandi søga um ein bardaga, sum íslendskir sjómenn høvdu við himmalsins ódnarveður í tríggjar dagar á Nýfundnalandsleiðunum í februar mánaði 1956. Hetta er skaldsøga, ið byggir á veruligar tilburðir.

Á miðjum vetri fer síðutrolarin “Mávurin” á veiðu undir Nýfundnalandi. Um borð eru tvey og tretivu menn. Teir hava rokfiskiskap og fylla skipið, men tá ið teir skulu sigla heim, brestur illveður á. Sjógvurin er ísakaldur, sjórokið er javnt og samt um hetta tunga farið, sum skjótt er avtakið við gleri og er um at missa stabilitetin.

Glerskónin er um at trygda tunga trolararan niður í dýpið – øll vón um bjarging tykist vera farin. Teir hoyra neyðarkall frá øðrum skipum, sum eru stødd í somu neyð – í bardaga millum lív og deyð.

Ein av teimum, ið upplivdi hesi samdøgur í bardaganum millum lív og deyða, var vestmenningurin Bjarki Skúvadal, sum saman við fleiri vestmenningum bardist fyri lívinum hesi samdøgrini.

Í Orð & tónum 7. mai fara Carl Johan Jensen, sum týddi bókna úr íslendskum, og Bjarki at tosa um um hesar sjaldan ringu dagar á Nýfundnalandsleiðum.
 
Tónleikinum fer spennandi bólkurin Flytifólk at standa fyri.

---

Tiltakið verður í sjónvarpinum, og kann stroymast her:

https://torsgota.fo/stroyming/

https://sprotin.fo (á forsíðuni)

06.05.2020
Sprotin
Orð og tónar

More articles