Hvat varð av Tóroddi í vár?

Hann plagar at vera ógviliga stevfastur og koma við einum savni við jøvnum millumbili. Men ikki í vár

22.06.2020
Sprotin
Bókaprát

Misti hann pippið?
Er hann tornaður upp?
 
Nei.
 
Hansara útgáva varð darvað av virus-kreppuni.
Og tá ið bókin varð prentað, høvdu bókhandlararnir útsølu – og tá geva vit ikki nýggj yrkingasøvn út.
 
Men nú er hann her.
BOND – eitur nýggja yrkingasavnið eftir Tórodd, og hann er eins hittin, rittin og prippin sum altíð.
 
Á einari síðu sigur hann:
 
eitt fjall
við
síðum
eygnabrúm
starir
at mær
sum um
eg eri
løgnari
enn tað
 
 
Og á einari aðrari:
 
teir spæla
billiard

og minnast
grindadráp
 
í gomlum
døgum
 
tá ein maður
var ein maður
 
og eitt hvalvákn
eitt hvalvákn

---

BOND eftir Tórodd Poulsen er 100 blaðsíður og kann keypast her: https://sprotin.fo/products/969/bond

22.06.2020
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?