Helgi Rasmussen brýtur slóð

Forlagsstjórin á Hans Reitzels forlag sigur um sín útgávupolitikk: Vi er nysgerrige af natur og altid på jagt efter nye emner og historier, der fortjener at blive belyst. Det er sådan vi skaber indhold, som styrker den enkeltes faglighed, sætter dagsordner og bidrager til at skubbe samfundet fremad.

13.07.2020
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hesa ferð hava tey fingið eyga á ein føroyskan sálarfrøðing, sum hevur skrivað bók um at viðgera mál og trupulleikar, sum stinga seg upp í virkjum og felagsskapum.
Við góðum dømum nemur Helgi við viðkvom mál og greiðir frá, hvussu hann hevur viðgjørt tey, tó at hann ikki hevur fiksar standarduppskriftir, hvussu slík mál skulu verða takklað.
Hvat er tað, sum eitrar hýrin á einum arbeiðsplássi?
Hvat kostar tað menniskjaliga, tá ið arbeiðsplássið verður umskipað, so tað hóskar tíðarinnar krøvum?
Hví verða umskipingarstjórar slitnir niður eftir 4 ár í sessinum?
Spurningarnir eru mangir og áhugaverdir.

Finn teg í organisatiónini kom út á Sprotanum í 2017 og kemur út í danskari týðing á Hans Reitzels forlag í heyst.

Lurta eftir samrøðu millum Helga og Inga Rasmussen í NÓN, byrjar á 32:24 https://kvf.fo/non?sid=111209

 

13.07.2020
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?