Júst har sum hjartað bankaði bókstavin ...

Eg minnist ikki, nær eg lærdi um hetta, ørminnist bara, at eg royndi at lata sum um, at tað var stuttligt, at menniskjað einaferð helt jørðina verið miðpunktið í øllum universinum. Og at tað var geocentriskt umframt egocentriskt, ja - ovfarin var eg kanska mest um, at nakar dugdi at tekna alt universið akkurát sum tað var við einum einasta rundingi við helviti innast og himlinum uttast.

31.08.2020
Kinna Poulsen
Bókaprát

Minnast tit sovorðin gomul spiralkend diagramm av fortíðar heimsfatanum? Tey, sum eru myndað eins og ein rundur flati við fleiri sammiðjaðum ringum og eru tekningar av, hvussu fólk í t.d. miðøld hildu heimin vera skipaðan. Eg minnist ikki, nær eg lærdi um hetta, ørminnist bara, at eg royndi at lata sum um, at tað var stuttligt, at menniskjað einaferð helt jørðina verið miðpunktið í øllum universinum. Og at tað var geocentriskt umframt egocentriskt, ja - ovfarin var eg kanska mest um, at nakar dugdi at tekna alt universið akkurát sum tað var við einum einasta rundingi við helviti innast og himlinum uttast.


Eg kom í tankar um hesi diagrammini nú, eg las yrkingasavnið BOND hjá Tóroddi Poulsen, tí at hansara listarliga univers, tó at tað er eins komplekst, og tað er stórfingið, kortini hevur eina fantastiska samanhangandi, visuella og merkiliga greiða skipan. Hvørt tað man vera grótið, moldin, sjógvurin, trøini, málið ella yrkingarnar, ið mynda innasta fundamentið skal eg ikki kunna siga, men tað er í hvussu so er eitt serstakliga ítøkiligt grundarlag hjá abstraktum, luftigum hugsanum.


Onkur ringur snýr seg um mál, annar um list og skapan, ein triði um søgu og hevd og ein fjórði glógvar av endurminningum og av spurningum um, hvat minnið í grundini er fyri nakað. Millum ringarnar flákra fínligir træðrir av samanhangum, subjektforskjótingum, endurtøkum, mótsetningum, einsemum, atfinningum, spei og inniligleika, ið knýta innanhýsis sambond í okkara tilvitsku umframt hugasambond til onnur verk hjá sama listamanni og víðari út. Yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen eru visuelt sterkar; tú sært yrkingarnar fyri tær við litum og skapum og onkrastaðni er talan um ekfrasur, har líkleikin millum eitt nú hvalvákn og biljardstavar fær lesaran at hugsa grindadrápsmálningar av nýggjum.  


Tann uttasti diagrammringurin er tann luftigasti og ovasti, tí tað er her, vit hvørva í ljósi, og einglar flúgva fínt og lættliga, um vit trúgva tí og eitt sindur tyngri, um vit ikki trúgva tí. Hóast savnið er fult av guddómleikum, av gróteinglum og yrkingum, sum ikki eta reytt kjøt, er BOND ikki nøkur serliga frelst útgáva. Gamaní snýr fyrsta yrkingin seg um kirkjur, ið helst skulu vera so mikið opnar, holutar fullar av opum og rivum, at guð við lítla g hoyrir okkum, og fuglarnir eisini kunnu syngja saman við okkum. Kirkjan skal somuleiðis helst leka í neðra, so at sinnið sleppur á flot á tjørnum, áðrenn tær frysta. Guð er stoltur av sínum skoytandi skapningum, men er annars ikki tann almáttugi alvitandi, vit eru von at hoyra um. Hesin tykist meira menniskjaligur og dugir ikki at skoyta. Hann hevur tó gott sangoyra og er við øllum teimum, ið syngja úr sálmabókum, sum tola fuglaskvett og regn.


Fleiri slíkar ljómandi lyriskar perlur eru í BOND, ið sum heild er eitt sindur rúgvusmiklari enn danska yrkingasavnið hjá Tóroddi, Valseværk, ið eisini kom út í summar. Men talan er um tvær sera ymiskar bøkur, har BOND tykist breiðari, meira fjølbroytt og fleirræddað enn danska bókin. Sjálvt um teir flestu tekstirnir í BOND kunnu bólkast sum okkurt slag av óregluligum samtíðaryrkingum, eru hesar sera ymiskar bæði innihaldsliga og formliga. Áðrenn bókin yvirhøvur byrjar, stendur eitt inngangsørindi ovarlaga á blaðsíðuni: “øll eru vit bangin// í nøkur sekund í senn”. Tað sýnist upplagt at lesa ørindið út frá teirri ráðandi pandemiræðsluni, men bókin hevur einki við covid-19 at gera – hon hevur heldur einki við James Bond at gera – tað havi eg frá álítandi keldu. Men vit livandi hava ivaleyst at ræðast, og ørindið er áhugavert, tí tað inniheldur eina staðfesting, sum meðan vit lesa umbroytist til tað øvugta. Eru vit øll bangin ein og ein onkuntíð í nøkur sekund ella eru vit øll bangin samstundis?


Á henda hátt kann nýggja bókin hjá Tóroddi Poulsen við fyrimuni lesast fleiri ferð. Kanska kann mann tá finna útav, hvat kursiveraði teksturin í byrjanini á bókini merkir. Kursiv verður jú brúkt fyri at leggja dent á okkurt, men innihaldsliga er tað torført at rokna samanhangin út. Setningurin “hann var heima/ tá hann hoyrdi tað” kundi staðið í onkrari spenningsskaldsøgu. Í einum yrkingasavni, sum ikki hevur nakra beinleiðis frágreiðing ella svar, tykjast inngangsorðini ørkymlandi og geva varhugan av fleiri røddum í frásøgnini. Heitið á bókini BOND er eisini rúmligt, um tað er orðið band í fleirtali, tí bondini eru so mong, t.d. ættarbond, hjúnabond, trælabond, vinabond men eisini hosubond og samlibond.

Yrkingin um tálghøvdaoyggjarnar er ein hvasslig atfinning av føroyska samfelagnum. Uttan eitt negativt orð verður okkara samfelag, nationalisma og bil-mani, klisjédyrkan eisini í ferðavinnuni, kapitalisman og gjaldsportrið í Saksun, turistplaffandi bóndin, vánaligi bústaðarpolitikkurin og alt møguligt annað hildið fyri tað turra spott. Mátin tað verður gjørt uppá kann sýnast groteskur, tí alt verður lýst at vera úr tálg, men úrslitið er stuttligt, ikki minst tann bleyti og sjálvspeiski endin, tá ið yrkjaraegið ikki hevur tíð at siga frá fleiri tálghøvdatíðindum, av tí at knettini eru kókað. Tær ordiliga harðu atfinningarnar fær laksaalivinnan við síni dálking og kapitalismusúpan og við aliringum, ið um somu tíð eru “neyðin/ deyðslegurnar og týningin”.


Hugtakandi eru endurminningar um t.d. sálmasúkkluna og eygleiðingar í barnahædd, har stjørnuhimmalin tykist nógv minni undrunarsamur fyri barnið enn tey, sum í staðin fyri at hyggja at stjørnunum, draga gardinurnar fyri teirra vindeygu. Ekspressiv og vøkur er lýsingin av skipinum á veg avstað: “kuffertið verður borið/ og borið og borið/ fram við øllum skuggunum/ og kastar sjálvt skuggar// ljósini eru hermenn/ á varðhaldi ...” (s. 22)


Yrkingasavnið endar við eini einastandandi yrking, ið brýtur frá heildini við síni regluføstu útsjónd við tólv ørindum og fýra reglum í hvørjum. Henda yrkingin kløkkaði meg og rakti sum ein pílur, ið fleyg fram við viti og skilið heilt inn í hjartakulluna. Og hon er als ikki so reglulig sum hon sær út at vera. Tað kann loysa seg at lesa hana hart, tá hoyrir tú hvussu samanhangandi hon er, og hvussu væl tey einstøku ørindini verða knýtt saman. Byrjanin lýsir, hvussu yrkjarin verður yrkjari ella ein ljómandi klokka, sum vil vera, sum hon er: “júst har sum hjartað/ bankaði bókstavin fyri meg/ sló eg meg sum eina klokku/ ið ikki vildi stoypast umaftur// eg var tann parturin av tíðini/ sum rúmaðist í eini svávuldós/ og skreiddi við øðrum tónum/ oman eftir ósjónligum brekkum”. So vakurt og spælandi eyðmjúkt kann listarlig skapan lýsast sum spæl. Men kanska er tann vakrasta yrkingin ikki skrivað enn og hvør veit, møguliga hevði hon verið ein romantisk sjómansríma, tí:

tann vakrasta
yrkingin er
kanska tann
tú aldrin
fert at skriva
við brotnum
armi og
herviligari
tannapínu
umborð á
eini gamlari
dangu í
ringasta
illveðri úti
á víðum
havi sum
hvørja løtu
kann gerast
tín grøv

(s.39)

 

https://www.listaportal.com/tidindi/2020/8/14/bond?rq=Bond

 

31.08.2020
Kinna Poulsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?