Whisper of Butterfly Wings, 1:2

Poddvarp um yrkingasavnið "Whisper of Butterfly Wings" eftir Kalpanu Vijayavarathan. 1:2

13.09.2020
Sprotin
Poddvarp

Tað virkir, tá ið samleikin er í tvíningum

Heimurin er alheimsgjørdur, fólk flyta oftari enn nakrantíð fyrr millum lond og mentanir. Hjá einstaklingi, ið tekur stigið og flytur til annað land, skal laga seg eftir nýggja samfelagnum, nýggju normunum, málinum og siðvenjunum, er tað mangan ein svár lívsroynd.

At verða ein annar, enn ein var. At bera seg at á annan hátt, enn ein er vanur við. At skula samskifta á máli, ein ikki dugir til fulnar.

So við og við at sameina tað, ein fór frá, og tað, ein kom til, er drúgv og krevjandi gongd. M.a. tað evnið tekur Kalpana upp í sínum yrkingum.

Poul Guttesen prátar við Kalpanu um savnið, og hetta er fyrri partur av tveimum.

 



13.09.2020
Sprotin
Poddvarp

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?