Katrin Ottarsdóttir kemur út við nýggjari skaldsøgu í dag, sum eitur "Gentan í verðini".

Gentan í verðini

Katrin Ottarsdóttir kemur út við nýggjari skaldsøgu í dag, sum eitur "Gentan í verðini".

28.09.2020
Sprotin
Bókaprát

Hon er smágenta – livandi, undrandi og nýfikin við øllum sonsum opnum.
 
Hon upplivir mangt og endurgevur tað, hon sær og hoyrir. Hon dugir at hvørva millum tey vaksnu og dugir at sita undir.
 
Hon skrivar tað niður, soleiðis sum hon sær, hoyrir og upplivir tað, og tá ið søgurnar koma fyri eyguni á vaksna lesaranum birtist ein heimur við fleiri táttum, sum lívsroyndir gera vaksin før fyri at lesa burtur úr søgunum.
 
Søgan verður sædd úr sjónarhorninum hjá smágentuni, og lesarin sleppur at tulka alt tað forvitnisliga, gentan hoyrir og sær. Og tað er ikki smávegis.
 
Hon er farin út á bygd og er saman við øllum teimum hugnaligu og fittu og stuttligu fólkunum saman við smálombunum. Tey vaksnu flenna at so mongum, tey øtast ofta, tey hugsa nógv um hvør annan og undrast ofta, tey hava nógvar meiningar og nógv ivamál.
 
Hvat er við donsku prestafrúnni, sum hevur asfalt í blóðinum?
Hví man mostirin fáa so nógvar pengar frá gubbanum?
Hví eru summar so bíligar?
Hví fóru bæði abbin og gumman út í myrkrið, tá ið omman var farin í song?
 
Ingi Rasmussen fer at práta við Katrina í Nón seinnapartin í dag.

---

Úr bókini:

Mostirin er farin upp á kamarið. Kanska er hon fornermað, tí gubbin eisini er forlibtur í gummuni. Abbin snorkar, gumman stákast, omman leggur kabal og spyr gubban um ymiskt nýtt úr Havnini. Omman er havnarfólk burturav. Har var hon eisini í læru á eini skrivstovu á einum stórum arbeiðsplássi, har bara menn arbeiddu. Hon arbeiddi har, tí hon dugdi so væl at rokna og skriva, og skuldi okkurt bestillast úr útlondum, so stóð hon fyri tí eisini, tí hon átti fleiri systkinabørn í Edinburgh og dugdi enskt. Men so hitti hon abban og tey gjørdu tað, sum ongin má gera, áðrenn tey eru gift, og so slettis ikki, um abbin skuldi sleppa at vera lærari. Tey mugu hava gníggja rumpurnar øgiliga hart og øgiliga leingi.

Hon veit, at mostirin altíð sigur, at abbin noyddist at gifta seg við ommuni, men kanska var tað omman, ið gifti seg við abbanum, tí omman helt, at tað var synd í honum, um hann ikki slapp at verða lærari? Mostirin sigur aldrin, at omman noyddist at halda uppat at rokna og skriva og tosa enskt fyri allar hasar menninar í Havn. Tað telur líkasum ikki við hjá mostrini, at konufólk duga at rokna og skriva og tosa onnur mál. Mostirin heldur, at konufólk bara eiga at ganga upp í at vera vakrar og elegantar allan dagin, meðan tær bíða eftir, at tann rætti sjeikurin skal koma framvið.

Gubbin snýsir so hugnaliga, sum hann plagar, og smílist smæðin, tosar bara, tá hann verður spurdur. Man hann vera líka so smæðin sum hon? Fer tað so ikki at fara burtur, tá hon verður stór? Og heldur ikki, tá hon verður gomul? Gubbin er fleiri ferðirnar eldri enn hon, og hann er enn ein øgiliga smæðin og stillur maður. Kanska er tað neyðugt, at summi eru still og smæðin? Kanska hevði tað verið eitt enn verri skil í verðini, um øll vóru framlig og frek og tosaðu, áðrenn tey hugsaðu. Hvør skuldi so lurta eftir hvørjum øðrum?

Abbin verður avbrotin mitt í einum snorki, tá onkur rópar, um nakar er inni. Tað er tann fitta bóndakonan. Abbin setist skundisliga upp undir seg og heilsar fryntligur. Eitt sindur aftan fyri bóndakonuna kemur beiggi hennara, norðingurin norðan úr myrkrinum. Abbin er ikki líka blíður longur, er ikki tann blíði abbin, hann plagar at vera, tá fólk kemur á gátt. Tað er, sum misti hann pippið, tá hann sá norðingin. Kanska tí, at nú eru teir tríggir, ið vilja hava gummuna?

Hon sær, at omman eisini hevur sæð tað. Gumman stákast bara og sleppur undan at síggja nakað, men kanska følir hon tað alíkavæl. Bóndakonan smílist, heldur at tað altíð angar so væl í hesum køkinum. Omman smílist til bóndakonuna og nikkar, sum hon plagar, eitt lítið, fínt damunikk. Omman reisist, bóndakonan blunkar til hana, hon blunkar afturímóti og bóndakonan fer aftan á ommuni innar í stovuna.

Mostirin er komin niðurundir aftur, teskar í oyrað á henni.

– Hasin norðingurin er gudsdoyð næstan líka smæðin sum gubbin.

Hon studerar norðingin. Hann er yngri enn abbin, er eisini klænri, men alíkavæl er hann nokk so nógv bygdasligari. Mostirin andar heitt inn í oyrað.

– Hygg, hvussu hann verður standandi mitt á gólvinum, til gumman kemur við einum stóli.

Tað er lætt at síggja, at gubbin eisini er ørur av gummuni. Abbin sær tað nokk eisini, og hon sær, at tað irriterar hann, at gubbin absolutt skuldi koma í dag. Tíðin gongur skjótt, tá tú er gamal, sum abbin plagar at siga við syrgnari rødd, og nú styttist tíðin, til gumman av álvara skal gera av, um hon fer ella ikki fer norður í myrkrið við norðinginum. Kanska er tað tí, at bóndakonan er komin á gátt við beiggjanum? Fyri at skumpa undir hesa avgerðina, sum er so týðandi fyri so nógvar partar? Neyðars abbin, sum noyðist at kappast við tveir menn um gummuna, og sum veit, at hann ikki kann vinna hendan dystin. Teir eru enntá leysir av øðrum konufólki og ikki, sum hann, bundnir í allar ævir. Hon skilur abban, skilur hví hann ofta blívur so illur. Hon vil gera sítt til at ugga hann, tá gumman er farin. Mostirin teskar aftur í oyrað, heilt tætt, so hon følir hennara heita anda.

– Omman man hava vitað, hvat hon gjørdi, tá hon bjóðaði beiggja sínum, gubba tínum, at vitja. Hon vil arga hesar menninar, sum bara hava eyga fyri gummuni, og serliga vil hon arga abban, tí hann er maður hennara.

Hon hugsar, um omman kanska heldur vildi verið onkra aðra staðni í verðini beint nú, onkustaðni har hon kundi tosað enskt allan dagin og arbeitt á kontóri við roknskapi og sovorðnum. Til dømis hjá Jack ella Harry.

Kanska heldur abbin, at norðingurin er so bygdasligur og klæntrasligur og turrisligur, at gumman alíkavæl fer at geva honum krakk. Hann uggar seg nokk við tí tankanum, men hvat man abbin halda um handan gubban úr Havn? Nei, hon roknar heilt sikkurt við, at abbin heldur hann vera alt ov gamaldrongsligan til gummuna, sjálvt um hann kanska kann bjóða henni enn fleiri pengar enn norðingurin.

Mostirin og hon standa pinnastillar og eygleiða tað, sum fer fram í køkinum. Teir tríggir menninir eru hvør sær burturi í gummuni, føla nokk hvørja rørslu hjá henni oman gjøgnum mønina. Einaferð, tá gumman tekur ein klump av deiggi, sum er endaður á hennara stóru bringu, tá rodna gubbin og norðingurin øgiliga, og abbin sær út, sum hevur hann mestan hugin at trampa. Knappliga hyggur abbin upp á hana, og hon veit, at hann sær, at hon sær. Tað sær mostirin ikki, frøist bara um hendan leikin, sum fer fram í køkinum, og sum hevur hersett allar leikarnar. Mostirin skumpar undir hana, spakuliga, so ongin skal varnast tær.

Gumman stingur lítlafingur niður í deiggið, biður abban smakka og vita, um hetta er nóg gott at bjóða hesum fínu gestunum. Abbin hyggur sum kánus at tí lítla fingrinum við tí stóra deiggjklumpinum, sum nærkast munninum, so gapar hann eitt sindur, og gumman stingur fingurin inn í munnin á honum. Abbin letur varrarnar aftur um fingurin, og gumman hálar hann spakuliga út aftur og sleikir sjálv tað, sum eftir er av deigginum av fingrinum, áðrenn hon turkar hann í fyriklæðið og flennir óskyldiga til gubban og norðingin, sum hava sitið sum á nálum og gánað uttan at tora at hyggja upp á hvønn annan. Nú skunda teir sær at hyggja burtur, annar snýsir nakrar ferðir, hin ressast á stólinum. Gumman fer aftur at stákast. Abbin er heilt viknaður, søkkur eitt sindur saman har á bonkinum.

Hon sær, at mostrini ikki dámdi akkurát hendan partin av leikinum. Tá hon roynir at blunka til mostrina, hyggur mostirin bara at henni, sum í ørviti, sum skilur mostirin ikki rættiliga, hvat tað var, sum veruliga hendi. Hennara mostir, sum altíð er so framlig, er knappliga illa við av onkrum.

Mostirin vil hava hana við sær av stað. Hon veit ikki rættiliga, alt er so spennandi í køkinum, men mostirin skumpar hana framman fyri sær út á trappuna, út í tún. Mostirin vil ikki tosa um tað, sum hendi við gummuni og abbanum og tí deiggjuta fingrinum í munninum á báðum. Men hon vil øgiliga gjarna tosa um tað, tí tað var, sum var allur køkurin elektriskur ímeðan og ikki bara ein bygdakøkur á einari oyggj í Føroyum. Mostirin heldur, at tær skulu fara oman til vatnið at svala sær á og lata tey gomlu um sítt.

– Eg orki ikki at hugsa ella hoyra meiri um gomul fólk beint nú.

– Er tú so ikki glað um, at gubbin er komin at vitja? Kanska fær tú eisini pengar frá honum

Hon vísir mostrini pengarnar, hon fekk frá gubbanum. Mostirin snerkir bara. Smápengar!

– Hví skuldi hasin gubbin hjá tær absolutt koma beint nú? Lúsa omma tín, sum lokkaði hann at koma. Abbi tín verður bara enn meiri forstýraður, enn hann er frammanundan.

Mostirin heldur, at sjálvandi hevur gubbin ongan kjans hjá gummuni, men at mann aldrin veit.

– Gummur í hasum aldrinum kunnu vera øgiliga ótilrokniligar. Tað havi eg sjálv lisið í einum donskum damublað.

Hon undrast á, at eitt blað til danskar damur skal vita nakað um gummur í Føroyum.

Mostirin flennir ótolin.

– Sovorðnar konur gera altíð nakað annað enn tað, tær ætlaðu sær. Tær broyta alla tíðina meinig, og vilja og vilja ikki, og lata onnur liva í óvissu.

Hon hugsar, um mostirin man tosa um seg sjálva, men hon er í hvussu er glað um, at gumman er ótilroknilig, tí so fer hon kanska ikki norður í myrkrið við hasum norðinginum og hansara Anders And-bløðum alíkavæl. Kanska hevði tað verið eitt sindur frægari, um gumman heldur fór við gubbanum til Havnar. Sjálv kennir hon jú býin og veit, hvar gubbin býr, og abbin kundi vitja gummuna har, tá hann slapp fyri ommuni. Men best hevði verið, at gumman bleiv verandi hjá abbanum og teimum øllum her í bygdini. Hon mátti ikki gloyma at biða til Jesuspápa um tað.

28.09.2020
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?