Lindhardt & Ringhof gevur út skaldsøgu hjá Katrini Ottarsdóttur

Stóra danska forlagið Lindhardt & Ringhof hevur gjørt avtalu við Katrina Ottarsdóttir um at geva út skaldsøgu hennara "Gentan í verðini" á donskum.

11.11.2020
Sprotin
Hugleiðing

Danska útgávan av "Gentan í veðrini" kemur í marts komandi ár.

Forlagið vendi sær til Katrina
Søgan er tann - altso ikki skaldsøgan, men søgan um donsku útgávuna - at bókmentaritstjórin á Lindhardt & Ringhof, Sune de Souza Schmidt-Madsen, í vár skuldi hjálpa dóttur síni við eini studentaskúlauppgávu, har hon skuldi viðgera stuttsøguna "Drengen i toget" eftir Katrina (úr donsku útgávuni av stuttsøgusavninum "Aftanáðrenn" frá 2016). Hann gjørdist so hugtikin av stuttsøguni, at hann straks skrivaði til Katrina og spurdi, um hon hevði nakað nýtt á beding.

Jú, tað hevði hon, eina skaldsøgu, men hon var upp á allar mátar nakað heilt annað enn stuttsøgan. Tað ger ongang mun, var svarið, send okkum nakrar kapitlar á donskum at lesa.

Eftir teir tveir fyrstu kapitlarnar vildu tey hava meiri, og áðrenn langt um leið, høvdu tey fingið eina ráumseting av øllum handritinum. Og teimum dámdi væl, so væl, at sáttmáli um danska útgávu nú er undirskrivaður.

Lindhardt & Ringhof er næststørsta forlag í Danmark. Av skaldskapi geva tey mest út danskar upprunabøkur, men tó onkrar umsetingar, eitt nú skaldsøgur hjá íslendska høvundinum Einari Mári Guðmundssyni.

Skaldsøgan
Skaldsøgan Gentan í verðini, sum kom út á Sprotanum í september í ár, er um eina innhugsna havnargentu, sum er og ferðast hjá abbanum og ommuni. Gentan er stillfør og næstan "ósjónlig", men hon fær alt við og roynir sum best at skilja alt tað, sum tey vaksnu siga og gera, og hvat ið kanska er ella ikki er millum abban og gummuna, sum er arbeiðskona í húsinum. Og ikki minst alt tað, sum tann unga mostirin, ið býr heima, fortelur om sjeikar og smart klæðir og mangt annað áhugavert. Ein hugvekjandi og ofta skemtilig bók, har skyldskapur høvundans við Heðin Brú kagar fram av og á.

Útgávur og umstingar
Katrin hevur áður givið út yrkingsøvnini "Eru koparrør í himmiríki" (2012) og "Messa fyri einum filmi" (2015) og stuttsøgusøvnini "Aftanáðrenn" (2016) og "43 bagatellir" (2018). Fyrsta yrkingasavnið og bæði stuttsøgusøvnini eru útkomin á donskum (á forlagnum Torgard). "Eru koparrør í himmiríki" eru eisini givin út á enskum í USA, umsett av Matthew Landrum, og "43 bagatellir" komu í vár út á islendskum, umsettar av Aðalsteinni Ásbergi Sigurðssyni.

Katrin á bókadøgum
Týsdagin 17. november kl. 17 er Katrin á pallinum í Norðurlandahúsinum, har Theodor Eli Dam Olsen, prestur, hevur samrøðu við Katrina um bókini. Á sama tiltakið samrøður Ivan Niclasen við Jóanes Nielsen um hansara seinasta yrkingasavn "Rakkaljóð".

Katrin verður eisini við saman við øðrum rithøvundum á upplestrartiltakinum "Orðljós", sum Rithøvundafelagið skipar fyri mánakvøldið 16. november kl. 20.

11.11.2020
Sprotin
Hugleiðing

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?