Bjarni Mohr hevur fotograferað í meira enn 30 ár.

Einsamalla várið

Tann 3. mars 2020 varð fyrsti tilburðurin av koronusmittuni staðfestur í Føroyum.

28.11.2020
Sprotin
Bókaprát

Landamørkini vórðu stongd, samfelagshjólini fóru niður í ferð, og fólk hildu seg fyri tað mesta heima í tíðini. Tann 3. september var smittutalið í landinum farið upp um 400. Eitt skifti vóru Føroyar tað landið, sum var harðast rakt í øllum Evropa eftir íbúgvaratølum.

Henda bókin er søgan í myndum um, hvussu føroyingar livdu, tá ið koronusmittan rakti landið, hvussu gerandisdagurin varð ávirkaður, og hvørjar avleiðingarnar vóru.
 
Bjarni Mohr hevur eina masterútbúgving í fjølmiðlafrøði við Documentary Photography sum sergrein frá Høgskulen í Volda í Noregi, er útbúgvin journalistur á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole og hann hevur fotograferað í meira enn 30 ár.

 


 

 

28.11.2020
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?