Vestmanna kirkja 125 ár

Vestmanna kirkja

Nú Vestmanna kirkja fyllir 125 ár, er hon at síggja til ikki sama kirkja, sum hátíðarhelt 100 ára dagin í 1995. Hon hevur broytt útsjónd uttan sum innan.

13.12.2020
Sprotin
Ymist

Stórar hátíðarløtur var hon vorðin ov trong, og tí varð hon longd vestureftir. Uppískoyti, sum er í vøkrum samljóði við gomlu kirkjuna, er týðiliga frámerkt við gamla múrinum, sum skorið er ígjøgnum, so gamla laðingin sæst sum eitt vakurt mark millum farna og nýggja tíð.

Ein tann serstakasta broytingin innan er, at bláa hválvið við stjørnumyndunum varð tikið niður, og tá kom undan kavi vakri upprunaviðurin, sum setur sín fjálga og sjaldan friðsæla dám á skipið.

Bókin fæst í bókabúðunum um alt landið, í Á-handlinum og Magn í Vestmanna og við at snúgva sær til Kirkjuráðið í Vestmanna. Bókin kostar 348,-.

13.12.2020
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?