Terningar og annað fordánt

(og annars eitt sindur um tað banala)

05.01.2021
Sprotin
Bókaprát

“og jørðin var oyðin og ber, og myrkur yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. Og Guð segði: Verði ljós!”

soleiðis stendur í skapanarsøguni í fyrstu Mósebók...teirri skapanarsøguni, har orðið er sjálv skapanarmiðjan og alt verður, tí at Guð sigur: verði...hetta sama, sum evangelisturin Jóhannes tekur aftur í aftur, tá hann byrjar sítt evangelium við setninginum: “Í fyrstuni var orðið...”

tí har er eisini ein onnur...handligari.... og í fólkahuganum... atkomuligari skapanarsøga í Mósebók...Guð í hegnismanslíki...sum ein fyriboðan um træsmiðin úr Nasaret: “Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina...”

men tað er bara tað...henda av gudshegni gjørda jørðin er... sum sagt...oyðin og ber og myrk...og so tvørvent tað kann ljóðað...enn óskapað...bíðandi eftir orðinum...

men við orðinum kemur tilvitið...og við tilviti skapast veran...uttan tilvit er einki...tilvit skipar og skilur í millum...ger tann mun, ið summi kalla merking...

“orðið var hjá Guði, og orðið var Guð,” sigur evangelisturin...

so um Guð...sambært guðfrøðini hjá evangelistinum...er verðin  í sjálvum sær, er orðið tilvit Guðs um seg sjálvan og opinberast í skriftini...og skriftin í sínum lagi grundarlag til trúgv og felagsskap um trúgv...bæði kristna...og aðra trúgv...eitt nú islam...

men er orðið eittans...er orðið óbroytiligt...og skapanin sostatt endalig...?...

ella er orðið broytiligt og skapanin áhaldandi...endurtikin og endurtikin...?...

trúarliga má haldast upp á fyrra møguleikan...hvat tá...og hetta, at verðin at vísa seg er umskiftilig, útleggjast sum, at í sínum jarðliga ófullkomileika botnar skil ikki betur enn so í menniskjanum...”tað sær sum í spegli, í gátu,” eins og Paulus sigur í fyrra Korintbrævi 13, 12...og tað er ikki fyrr enn trúgv av náði og náðilig nøgdsemi skila sálina frá verðsligari fáfongd, at nakar kann “kenna til fulnar” og sum ápostulin sjálvur  verða “til fulnar kendur”...

í skaldskapinum hinvegin...og í aðrari list við fyri alt tað...er orðið...altso tilvitið...burturav hjá menniskjanum og sum menniskjað broytiligt...ein alsamt endurtikin byrjan, har skil og óskil treytast hvør av øðrum í einum samspæli, sum hvørki er av náði ella upp á nakran máta náðiligt...tíansheldur lívir tað...hvørki nervum, sansum ella aðrari fatanarligari útgerð...fyri verðsligari fáfongd... tvørturímóti...einki endaligari skapt enn so...bara ein farslóð í sjógvi...ein ferð gjøgnum eitt aldandi landslag, har hvør niðanávunnin sýn í besta lagi opnar nýggjar og aftur nýggjar spurningar...
 
veit ikki, hví eg kom at hugsa um hetta...slíkt háfloygt sveim hóskar seg ikki betri enn so í jólaføstuni... hesi myrkursins hámessu fyri tí innantóma...tá tað óumberliga slær seg sjálvt upp í skvaldur...ikki at siga kenslukroyst... íðan ber kanska illa til at sæta verðini øðrvísi, tá undirgrundirnar rembast og skyn og hugsan...eins og djevulsspeglið í ævintýrinum hjá H.C. Andersen....fillast í óteljandi petti av eind og samleika  og tey aftur... hvørt í sínum ráðaleysa lagi... ímynda ta várligu uppvaknan, sum rópast upp á framtíðina...

ikki tí... fyri tann skyld kann okkurt saktans vera um tað, ið amerikanski yrkjarin Gregory Djanikian sigur um tað slættliga...ella banala...: Tað slættliga hevur nú sínar dygdir,/ tað líkasum javnar alt saman,/ Ein klisja eltir gleðiliga aðra/ Eins og seyðir á veg inn í rættina./ / Tað er so hugaligt ikki at hugsa viðhvørt/ Um russisku Futurismuna ella aðru lóg/ í varmafrøðini ella tað hvussu hugsan/ Krevur eitt ávíst hugsanarsemi./...

alt tað sama eri eg javnan um at sálast... av tí slættliga...av guglandi tyngdarloysinum í samtíðini...hesi einvíddini, sum hvørki veit fram ella aftur... upp ella niður...vestur ella eystur, norður ella suður... hvørki veit til ætlan ella tilvild...av helviti ella óhelviti, himmali ella óhimmali...uttan javnar allan mun saman á somu útsíðuna...á eitt bókhalds-skjal kunnleikans...ikki um gott og ilt...men um tað, ið selst og ikki selst...ein skuggatíð...full av óforvitnari øði...av íspeglum og máldeyðum klisjum og sjóndálkandi garterilsi...

men sum orðatakið sigur: “mangt er billeysum manni bágið”... tað fekk eg kenna ein dagin herfyri, eg kom knógvandi niðan eftir Hoyvíksvegnum við vátaslettingsligum útnyrðingi ímóti og hondunum fullum av beriposum...nú kemur ein maður úr einum bili...steðgar mær og spyr...heldur hvatliga...hvat eg gjørdi...eg hugdi fram við honum...fram við leðurjakkanum...og ypti posarnar...ja, tað var nú ikki tað hann meinti við... hvat eg skrivaði...tú fært jú starvsløn, ha...?...eg segði sum var, at eg nústani hevði gjørt eina nýggja bók lidna og annars skeitst við at týða Kvartettirnar hjá Eliot...og annaðhvørt maðurin...eg gitti hann annaðhvørt mundi vera løgfrøðingur ella grannskoðari eftir skjúrtu slipsi og yvirbragdi at døma... hevði nakra hóming av Kvartettunum ella Eliot sjálvum, helti hann vanga og hugdi so spakuliga upp eftir húsagalvinum, vit stóðu undir eins og fólk tíðum gera av ótilvitaðum kurteisi, tá ið tú sigur teimum, at onkur er deyður, tey nóg illa kenna...so hvesti hann eyguni í meg aftur...las hasa bókina hjá tær, segði hann og trilvaði eftir tittlinum í høvdinum...Terningar...?...segði eg...nettupp, segði hann....Og...?...segði eg og gjørdi meg so óspentan á málinum, sum eg fekk...ja, líka fanin visti hann...so...?...segði eg...nei hann hevði nú bara lisið einar tjúgu síður...men konan hevði so lisið alla bókina...hon er lærari...á Glasi... skilti eg hann rætt...og hevði stundir til at lesa...so...?...endurtók eg og royndi at ljóða uppaftur óspentari á málinum...nei, frúan helt har vóru dekan so nógv orð...segði hann... alt, alt ov nógv mál í hasum...hvørt kapittul ein sovorðin brekka, so tung...deyðatøk at fáa seg gjøgnum hvørja síðu...ja, hvønn setning...og so var tað so svart alt...so ljótt...so fúlt og forbiðið...frúan kendi seg ikki aftur...í problemstillingunum...hevði hon sagt...teir komu tí, sum var uppi í tíðini, so lítið við...og so  var alt so ólukksáliga søguligt eisini...ikki tí frúan hevði einki móti søguligum skaldsøgum, men tær skuldu vera søguligar upp á ein samtíðarligan máta...skuldu gera fortíðina viðkomandi soleiðis, sum mann sá veruleikan á varpaðan í miðlunum og á netinum...aktuellan...ótilvildarliga nærstaddan í øllum teimum brigdum av álvara, sum upplýst menniskju kundu semja seg við... men fram um alt áttu søguligar skaldsøgur...ja bara allar skaldsøgur...at vera atkomuligar og ikki pøsa lesaran út við longum brekkum av máli...nei...tá var munur á, at hon sjálv Michelsen...maðurin gloymt burtur, hvat hon æt til fornavn...var nógv fittligari at lesa...tað segði frúan...hon hevði tíð at lesa...sum sagt...hjá Michelsen var einki mál í vegin...fyri tað mesta fram eftir slættum og var onkur brekka, var hon mjúk og óbrøtt...tú legðist ikki fyri málsliga...tað ljóta og tað fúla...armóð og óeydna, svik og neyðtøkur, deyði og grøv...ja allur fanansskapur í verðini tóku seg út sum lagaligir skuggar í lívstrevinum...sum silvurtræðrir í grovt vovnum ullarklæði...teir kendust viðkomandi...næstan heimligir...tað hevði verið frúuni ein sovorðin tárvát útloysn at lesa hetta...men Terningarnir...jú, frúan hevði strítt seg ígjøgnum teir...hon var soleiðis til...so irriterandi viðhvørt...mátti partú enda tað, sum hon einaferð var farin undir, hvussu víkti og vendi...onga útloysn fekk hon kortini av Terningunum...hvørki tárvátan ella turran...men í fleiri vikur gingið og brýggjað seg svøvnleysa um, hvat nakar kundi vilja sær við sovorðnum tankakrongli...sovorðnum sinnissvøkum fantilsi og vemmiligheitum...og ikki um at tala málið...tað var ein katekismus av orðalagsligum óreinskapi...átti at verið klagað til Málráðið...hvat var tað annars til...hetta góða málráð...?...og nú hugdi maðurin fast inn í eyguni á mær...eg var hálvilla við...ypti fyrst annan...so hin beriposan og tað so neyðarsliga, at maðurin mundi tykja synd í mær...eg hoyrdi ikki betur...hann vildi geva mær eini góð ráð, segði hann...ger sum hann sjálvur av Sandi...beiggi Sunnleif...hvat hann nú eitur...finn tær eitt søguevnið av forsíðuni á Sosialinum...okkurt, sum øll vilja kenna seg aftur í og passar til tað, tey halda og hugsa um seg og tíðina og alt samalt...men spar tær skaldskapin...fyri alt í verðini...gloym orðabókina...gloym Matrassin og alt hatta puristiska moldbøkkagrópið...tak tær heldur aðrar málsligar fyrimyndir...Jóanis Nielsen t.d. ella Hanus Kamban, Steintór Rasmussen ella Jógvan Isaksen...tað er tað, sum fólk fæst at lesa á føroyskum...skriva sum teir...vælsignað veri teg... um tað nú yvirhøvur loysir seg at skriva á føroyskum...álvaratos...         
     
íðan hevði eg kunnað svarað okkurt til...okkurt í tráð við hetta, sum eg legði fyri við omanfyri...men eg eri ikki so skjóttonktur...ið hvussu er ikki so skjóttonktur, at eg dugi at venda mær við einum hepnum aftursvarið, um eg verði skákaður á Hoyvíksvegnum í útnyrðingi og vátaslettingi...tað er ikki fyrr enn nú...hálvaaðru viku seinni...eg so dánt evni at leita eitt svar saman í høvdinum...

í fyrsta lagi vil eg hvørki spara mær skaldskapin...hvaðna minni gloyma ta skriftmálsligu grund, eg havi staðið á í eina hálva øld og enn standi á...skaldskapur sprettur úr máli...trýtur mál, trýtur skaldskapurin...sama hvat hvør heldur...eingin boðskapur, eingin áskoðan, eingin heimsmynd, einki rák í tíðini, einki lifr fyri móta og alment samtyktum virðismátum fær broytt tann veruleikan eitt viðursvet...ella guglað hann um...í sínum ella annara líki...
í øðrum lagi er mál annað og meir enn samskiftis amboð...tað er mentanarberi...tað er sjálvt tilvitið...sum sagt...tann víddin, sum verðin skapast í...aftur og aftur...áðrenn málið...og uttan mál...er einki...   

men Terningarnir, meðni...?...og allar tær søgurnar av tilvild, sum Ísmael...søgumaðurin...sigur...eftir andlát sítt sambært honum sjálvum...hvat snúgva tær seg um...?...tær snúgva seg nettupp um mál...um eina verð, sum alsamt verður skapt av máli í uttantrúarligum samanhangi...um tey ónáðiligu kor, tá orðið er hjá tí einstaka...sum tilvit...um ta einsemina, tá tað stendur til tann einstaka at finna skil á og skipa  ógreiðuna hann er blakaður út í...hetta gloppið í  ævinleikanum, sum er lívið...men søgurnar í Terningunum eru eisini...meira jarðbundið...søgur um føroyskt bygdarlív í eini tíð við stórum samfelagsligum umskiftum, søgur um mannalagnur, søgur um ljós og skugga, harm og gleði, deyða og føðing, agg og kærleika, vantrúgv og trúgv, mishop og vón, stórsinni og smáligheit, óveruligt og veruligt, ódygd og dygd og alt tað, sum annars leikar á millum fólk í livdum lívi...Terningarnir eru ein mannlívsspegil av orðum...gamaní avlagar hesin spegilin tað speglaða...men er tað ikki nettupp soleiðis sinnið kann hvøkka við og koma til nýggja sannkenning...

ella er kanska ómakaleysari at dúva upp á tað slættliga...tað banala...tað samtykta...og kasta upp á nakka og siga seg síggja...hóast alt er blint og javnað saman í sama gráa miðlasemingin...

ja, líka veit eg...

okkurt kundi bent á tað...

ið hvussu er...og í so máta hevði maðurin á Hoyvíksvegnum rætt...Terningarnir og søgurnar av tilvild komu ikki á nakran lista hjá bókhandlunum yvir mest seldu bøkur...langt burturfrá... og tað gjørdi bókin undan teimum...Sær/ ein fuglabók av gloymsku (2017)...heldur ikki...Sær var tann fyrsta bókin í einum tríverki, har Terningarnir eru onnur og monologurin Vatn er ein vátur logi tann triðja og seinasta og kemur út til várs...

hinvegin hendir tað seg meiri enn so, at eg hitti onkran, sum hevur lisið meir enn tjúgu síður av Terningunum...enntá alla bókina og tað við rímiliga góðum tannabiti...nú ein dagin eg var og keypti í Miklagarði, nipti onkur í jakkaermina hjá mær og legði so spakuliga undir meg, so eingin annar skuldi hoyra, at eg skuldi einki leggja í, hvat summi hildu um málið í Terningunum...hatta er besta bók eg havi lisið á føroyskum, segði viðkomandi og ynskti mær annars alt tað besta...

ja, sig so tað...

treiskast, so trívst...    
 

 
tað sum skapast sostatt tilvit...skil fingið á verðina og skilt ímillum mun og ómun

íðan hvat...

...annaðhvørt vit nú játta kristna trúgv ella ikki...er tað sum   

05.01.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?