At finna sín sess í tilveruni

Týsdagin fer Dania Tausen á skúlavitjan í Sandoynni. Les ummælið, ið Jógvan Isaksen hevur skrivað um hetta sjaldsama nýggja yrkingasavnið.

18.01.2021
Jógvan Isaksen
Bókaprát

Dania O. Tausen hevur latið eitt hugvekjandi yrkingasavn úr hondum, sum nevnist SKÁL.


Á heimasíðuni hjá Sprotanum stendur um bókina Skál eftir Daniu O. Tausen: "Eitt djarvt prosayrkingasavn, sum viðger tilverukreppu, ið hevur røtur í átrúnaði. Tvey ung fólk spegla hvørt annað í tilgongdini at finna útav, hvørji tey veruliga eru í sínum uppvøkstri í einari samkomu. Í 15 yrkingum, har hon og hann skiftast um at siga frá, verður ein persónlig søga latin upp fyri lesaranum".

Tað er avgjørt óvanligt, at føroyskar bókmentir lýsa tilveruroyndir hjá ungum fólki, sum eru uppvaksin innan eina samkomu. Margit M. Baadsager gav í 2019 út ta vøkru Góða systir - ein dagbók til Arnvør, sum var søgan um sjúkuna og deyðan hjá systrini. Her fekk tann uttanveltaði lesarin, innlit í, hvussu fólk innan ein ávísan trúarbólk hugsa og bera seg at, tá ið ræðuleikin rakar. Skál eftir Daniu O. Tausen er kortini ivaleyst fyrsta veruliga royndin innan fagrar bókmentir at lýsa lívið hjá ungum trúgvandi, sum vilja sameina tilveruna innan og uttan fyri samkomukarmar.

At flippa út sum ungur

Í tí fyrstu yrkingini, Dancing Queen, er hon biltúr við vinfólki, men tað er líkasum hon, hóast hon hugnar sær, ikki er partur av samlagnum. Vit kenna yrkjaran sum eygleiðara í eitt nú skaldskapinum hjá Regini Dahl, men her er tað annarleiðis. Tað er nakað annað upp á spæl í yrkingini hjá Daniu O. Tausen. Hon hevur líkasum eitt øðrvísi viðføri enn vinfólkini í bilinum. Tey tykjast "óttatóm", tað er hon ikki.

Hon hevur skilliga flutt seg úr einari støðu til eina aðra, men er somuleiðis greið yvir, at her verður tað neyvan steðgað. Hevur tú fyrst í ein ávísan mun gjørt teg leysan av haftinum, sum foreldur og trúarbólkur hava lagt á teg gjøgnum barna- og ungdómsár, kann alt henda. Tú kanst hvørva inn í eina aðra verð, enn hana tú ert uppvaksin í, ella tú kanst royna at sameina heimarnar báðar.

Hann er frásøgufólk í Møtisælur, har kynsdriftin alla tíðina ger vart við seg. Hann er greiður yvir, at kanska ikki alt, sum hann ger, verður litið at við vælvild av Jesusi, men hann roynir hóast alt at halda seg so reinan í bæði huga og gerðum sum til ber. Ímeðan lesarin einki dømandi hitti hjá henni, so er ikki sørt av tí slagnum í tonkunum hjá honum. Hetta kann bæði stava frá, hvussu tað yvirhøvur verður litið at monnum og kvinnum, tá ið tað kemur til kynslívið, og so hvussu fatanin er innan samkomuna. Yrkingin endar kortini við, at ein vinmaður frásøgumannin gløggur tekur samanum: "Er tað ikki betri  at flippa út, tá man er ungur, / enn tá man er fjøruti?"

Hevur Gud ikki nokk at hugsa um?

Í yrkingum, sum koma aftaná, fer hon til handils og keypir eina ananas, og so verður róð framundir tann forbrenda kærleikan og tað, sum gekk fyri seg í einum Avensis. Hann berjist við, hvussu hann skal bera seg at mótvegis pápanum, sum hann heldur minnir ikki so lítið um ein tosk, tí "teir siga ikki tað, teir hugsa". Hann vil fegin, at teir báðir skulu tosa saman, men hann megnar tað ikki. Tað sama ger seg galdandi fyri hana, tí hon dugir heldur ikki at orða seg í mun til foreldrini, og tí tigur hon. Ikki ókendir trupulleikar millum tannáringar.

Hann veit, at hann javnan koyrir ófantaliga, og um ferðslureglarnar verður ein mynd gjørd av øllum tí, eitt ungt fólk skal yvirhalda, og sum tú vegna aldurin hevur ilt við at lúka. Hann setur tí spurningin:
 
Man Gud leggja í hvørt einasta nikk og prikk?
Hvussu skjótt hann koyrir?
og hvørji orð, hann velur at brúka?
Hevur hann ikki nokk at hugsa um?

Bíblian vs Jóanes Nielsen

Bíblian hevur verið hennara høvuðslesnaður, men so kemur hon á bókasavninum fram á yrkingina 16 ár eftir Jóanes Nielsen, sum fær tankarnar út at reika. Hon minnist, hvussu hon á sínum 16 ára føðingardegi royndi at tøla sjeikin at fara í song við sær, men tað var ikki bara sum at siga tað. Hann vil reinleika og trúfesti og vil ikki dálka hana, og hon vil tann sexuella leikin, vil dálkast.

Í teimum næstu yrkingunum við honum veit hann hvørki út ella inn. Roynir at vera familjuni til vildar, og roynir at vera kenningum uttan fyri samkomuna til vildar. Men hann dugir í veruleikanum hvørki.

Hon sigur aftur fyri í Burgara andi frá síni fyrstu sexuellu royndum, sum als ikki eru, tað hon hevði væntað og fryktar nú fyri, at hon er við barn. Í Trúføsta sigur hon, at fólk í trúarbólkinum "Hava sæð hana trúfasta á fremstu røð so leingi. / Til hon valdi at fasta frá trúnni eina løtu." Óvanligar og rámandi orðingar av hesum slagi koma fleiri ferðir fyri í savninum.

Skál fyri okkum

Hann hevur líkasum samkomuna fyri neyðini, vendir javnan nýggju vinfólkunum bakið og fer á møti at bøta fyri syndirnar. Hinvegin tykist hon ongantíð at ivast í síni trúgv og sínum áliti á Gud, og tá hevur tað ikki tann stóra týdningin, hvar tú ert. Yrkingarnar vísa, at hann er ikki fríur, ímeðan hon skilliga er tað. Hon veit, hvør hon er, og seinasti teksturin, sum er tittulyrkingin Skál, er ein long heilsan og takkan ikki bara Gudi, men líka nógv vend til øll tey, sum leita og finna sín egna sess í tilveruni. Hon skálar fyri øllum "Sum leita eftir meining í degnum, / sjálvt um náttin altíð krevur helvtina".

Bygnaður

Í einum fittum parti av yrkingunum, einahelst við henni, verður lagt fyri við at siga frá til dømis einum biltúri, keypi av ananas ella burgara, men tað er als ikki hetta gerandisliga, sum tað snýr seg um. Ungdómslívið og har fyrst og fremst kynslívið í mun til trúgv og samkomu eru aftur fyri kjarnin. Lesarin verður lokkaður á gátt við hvønndags­ligari umrøðu av einhvørjum, og so áðrenn hann veit av, er hann krøktur. Og nú koma teir umráðandi tilveruspurn­ingarnir á skránna, til yrkingin viðhvørt aftur í teimum seinastu reglunum tekur um aftur endan frá byrjanini. Hesin bygnaðurin riggar eftir mínum tykki einastandandi væl.

Sum tað stendur í tí endurgivna stubbanum frá forlagnum, er Skál sett saman av 15 yrkingum, har hon og hann siga frá aðru hvørja ferð. Hon leggur fyri, og tað er hon, sum tekur samanum í tí seinastu yrkingini. Fyri mín part haldi eg, at yrkingarnar við henni eru sterkari enn tær við honum. Tykjast meiri sjálvupplivaðar, ella er tað bara tí, at eg veit, at høvundurin er ein kvinna? Ella er tað tí, at hon er komin fram til eina støðu í mun til sítt lív og til Gud, og tað er hann ikki?
 
Dania O. Tausen: Skál. Eitt prosayrkingasavn. Kápa: Kirstin Helgadóttir. Sprotin, 2020. 116 bls.

18.01.2021
Jógvan Isaksen
Bókaprát

More articles