Fontamara er søgan um fátæku bøndurnar í fjøllunum innan fyri Róm, sum gjørdust alsamt kroystari av teimum, sum áttu ríkiligt frammanundan, sum myndugleikarnir altíð stuðlaðu væl.

Ignazio Silone: Fontamara

Fontamara er søgan um fátæku bøndurnar í fjøllunum uttan fyri Róm, sum gjørdust alsamt kroystari av teimum, sum áttu ríkiligt frammanundan, og sum myndugleikarnir altíð stuðlaðu væl. Tá ið armóðin næstan ikki kundi gerast verri, løgdust teir á lívgevandi vatnið. Bøndurnir mótmæltu tað dýrasta, teir vóru mentir, og myndugleikarnir tóku ikki ímóti teimum við mýkindum.

04.03.2021
Sprotin
Bókaprát

Eirindaleyst og berkið, men eisini livandi, skemtiliga og við stórum kærleika verða hesi neyðstøddu og forfjónaðu fólk lýst, so bókin fekk alstóran áhuga víða um heim og sigst vera tann italska skaldsøgan, sum er komin út í flest útgávum
um allan heim. Hon hevur eisini stóran almennan áhuga í okkara tíð, tí hon lýsir natúruna  í fasismuni og einaræðinum so djúpt og dyggiliga, at hon liggur púra ber.

Fontamara er skrivað í Sveis og kom út har í 1933, tí ikki var gjørligt at geva hana út í Italia, heimlandinum, sum tá var vorðið eitt fasistiskt harðræði, ið eirindaleyst var eftir øllum, sum vágaðu sær at mótmæla og at gera mótstøðu. Árið fyri var bróðirin, Romolo, deyður av viðferðini, hann hevði fingið, tá ið hann varð tikin í 1928 og síðan í fongslinum hjá fasistunum.

Ignazio Silone, ella Secondo Tranquilli, sum hansara borgaraliga navn var, vaks upp í einum fátækum fjallabýi í landslutinum Abruzzia, skamt frá Róm. Hann varð føddur í árinum 1900 og doyði í 1978.

Pápin, sum var bóndi, doyði, longu tá ið Silone var átta ára gamal, og tá ið hann var 15, varð Abruzzia rakt av einum herviligum jarðskjálvta, sum kravdi meira enn 30.000 mannalív. Tá doyðu mamman og øll hansara næstu uttan einasti bróðirin, Romolo, sum var nøkur ár yngri.

Teir stóðu á berum og vuksu upp á ymskum átrúnaðarligum stovnum, til Silone seytjan ára gamal fór til Róm og gjørdist virkin á politiska vinstraveinginum. Hann var við til at stovna italska kommunistaflokkin í 1921, og tá ið fasistarnir komu til valdið í 1922, mátti hann flýggja úr landinum.

04.03.2021
Sprotin
Bókaprát

More articles