Várkvæmur Tóroddur við Fyribilsni

Úr hjáorðinum fyribils – fyri fyrst - fáa vit nýggja navnorðið fyribilsni - ovfarni av onkrum slagi - , sum helst eingin visti bar til, tí orðini høvdu ikki verið sett saman soleiðis áður. 

03.03.2021
Sprotin
Bókaprát

Men tað ber til, tað ger Tóroddur ferð eftir ferð, og hetta stuttliga orðaspælið er framvegis eitt, ið eyðkennir hansara skrivingarlag. Klárar tú ikki at lata teg úr málfrøðiligu spennitroyggjuni og bróta nakrar reglur um orðasamanseting, fær Tóroddur sikringarnar at bresta. Er málsligi hugaheimurin smidligari og liðiligari samansetttur, sleppur tú við á stuttliga ferð.

Kanska merkir samansetingin fyribilsundran – kanska okkurt tú bara undrast á eina løtu, áðrenn tað sum alt annað verður bara vanligt-  ella ovfarni fyri onkrum ella okkurt heilt triðja. Tú sleppur sjálv at tulka.

Tá ið Tóroddur ger hesar málsligu finturnar, skákar hann okkum inn á onkran tankarás, har vit ikki hava verið áður. Orðini geva okkum lykil at síggja samanheingi úr óvanligum vinklum. Tá ið tað hepnast, vekur tað undran og undirhald og skemt. 

Dømi um ein slíkan eitt sindur abstraktan orðamáling, sum ikki trupul at skilja, men verður málaður við raffineraðum penni, er henda:

Landslagið
er smurt
inn í slipsið
hann hevur
lagt frá sær
oman á
blómutyssið
hann ikki
vildi hava

ikki bara tí
at tað
var sveipt
í plast
men eisini 
tí tað varð
latið við
linum
lógvataki

03.03.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?