Sunnudagin hin 21. mars kl. 15 fer Elin at leggja fram sítt fyrsta yrkingarsavn - Stundum hugleiðir Elin um tað at vera menniskja og um lívið. Stundum letur hon tilveruna í ævintýrkendan hugaheim

Vakrasta stað

Aðalfundurin hjá Sameindu Tjóðum boðaði hin 19. desember 2011 frá, at 21. mars hereftir skuldi vera World Down Syndrome Day frá og við 2012. Heitt var samstundis á limalond og felagsskapir um allan heim at styrkja tilvitið millum fólk um Downs syndromið.

18.03.2021
Sprotin
Bókaprát

Tað var ikki av tilvild, at 21. dagurin í ársins triðja mánaði varð valdur, tá tað er Trisomi 21 kromosomið, sum býr undir Downs syndrominum. Elin Abrahamsdóttir Løkin sigur í einari yrking: 

Eg eri ein av teimum,
sum hava Down syndrom,
eg eri bara fødd soleiðis,
ein kærur eingil,
sum ein fuglur, ið syngur.

Sunnudagin hin 21. mars kl. 15 fer Elin at leggja fram sítt fyrsta yrkingarsavn. Hetta verður í Skótahúsinum í Runavík. Savnið hevur fingið heitið “Vakrasta stað.” Sprotin gevur út og á kápuni greiðir forlagið soleiðis frá:

“Elin Abrahamsdóttir Løkin er fødd 6. februar 1986. Hon býr í Saltangará. Henni dámar væl at brodera, tekna og mála, og henni dámar væl at yrkja og syngja. Elin skrivaði sínar fyrstu yrkingar í 2015. Hon yrkir um tað, sum fyllir løtuna. Yrkir um sínar tankar um mál, ið leika á, um skapanina, um næstringar. Mamman hjálpir henni við at seta yrkingarnar upp. Stundum hugleiðir Elin um tað at vera menniskja og um lívið. Stundum letur hon tilveruna í ævintýrkendan hugaheim.”

Skráin fyri framløguna er hendan:

  • Jóannes S. Hansen spælir á harmoniku.
  • Elin A. Løkin bjóðar vælkomin.
  • Sprotin greiðir frá yrkingarsavninun.
  • Yrkjarin lesur úr yrkingarsavninum.
  • Martin Joensen spælir tríggjar av sínum egnu sangum.
  • Kára Løkin sigur nøkur orð um tilgongdina við savninum.
  • Yrkjarin lesur úr yrkingarsavninum.
  • Borgarstjórin heilsar savninum og yrkjaranum.
  • Elin Løkin takkar fyri løtuna.

Skótarnir við Løkin bjóða kaffi og okkurt afturvið, og yrkingarsavnið Vakrasta stað verður við høvið selt fyri kr. 150,00. 

Sprotin & Runavíkar kommuna

18.03.2021
Sprotin
Bókaprát

More articles