Vit eru musikantar

„Vit eru musikantar“ er fyrsta føroyska nótaútgávan fyri akkordeon. Hetta er undirvísingartilfar, sum eg havi savnað saman og lagt til rættis í nøkur ár. 

12.04.2021
Sprotin
Bókaprát

Børnum dámar at spæla løg, sum tey kenna úr gerandisdegnum og duga at syngja. Í bókini eru barnasangir, nýggir og gamlir sálmar, dansiløg, føroysk kvæðaløg og skjaldur eins og sangir úr sunnudagsskúla og fólkaskúla. Summi av stykkjunum eru klassikarar innan fyri akkordeon-pedagogikk. Útsetingarnar, sum Lars Holm hevur gjørt, eru framúr pedagogiskar, og tað hevur eydnast mær at finna føroysku tekstirnar, m.a. eftir Andreas Andreasen og Alexandur Kristiansen, til hesi stykkini. 

Tá ið tú skalt læra at spæla eitt ljóðføri, er nógv at seta seg inn í í senn: ljóðføri, motorikk, nótar og tónleikastykki. Um tú kennir lag og tekst frammanundan, fært tú betur hugsavnað teg um at handfara ljóðførið. 

Stykkini liggja væl fyri á ljóðførinum og eru løtt at spæla. Eg havi kortini lagt onkrar smáar tekniskar og tónleikaligar avbjóðingar afturat, so sum ymisk og skiftandi taktsløg, ymiskar rytmur og tónasløg, løg við variatiónum, kanon, akkordir og dupultgrip. Nótarnir eru prentaðir stórir og týðiligir. Í flestu førum havi eg ikki skrivað artikulatiónstekn so sum legato ella staccato, hetta fyri at næmingurin skal kunna kenna seg frælsan at tulka lagið, sum honum lystir. 

Í summum av sangunum havi eg tillagað nótarnar til rytmuna í tekstinum (sum t.d. í „Bókstava-raðnum“). Í øðrum førum havi eg varðveitt ta rytmuna, sum lagið hevði upprunaliga, og soleiðis sleppa næmingarnir sjálvir at gera av, um teir vilja spæla lagið við rytmuni, sum teksturin hevur, ella ikki. Bókin kann brúkast sum spælibók og sum undirvísingartilfar – í tí raðfylgju, ein sjálvur vil. Stykkini eru á ymiskum torleikastigum. 

Næmingur og lærari kunnu leggja eina ætlan til rættis, sum hóskar til tað, ið næminginum dámar, sum hann hevur áhuga fyri og megnar. Eitt hjartamál í allari tónleikaundirvísing er at kveikja gleði. Mín vón er, at næmingurin brúkar tónleikin til at gleða onnur, spæla konsert, vera við í samanspæli, spæla til dans, í kirkju og í øðrum høpi. 

Stóra tøkk eiga: Katharina Mahrt fyri forsíðu og tekningar, Helle Thede Johansen fyri myndatøku, Martin Mouritsen og Birgit Ernstsdóttir Remmel fyri ráðgeving. 

Bókin er ognað mínum vini og starvsfelaga Lars Holm, sum býr í Malmø. 

– Anna Hüdepohl, Tórshavn, januar 2021

12.04.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?