Corpus delicti
Viðgitin nútíðarlig týsk skaldsøga í føroyskari týðing.
Bókin lýsir eitt hugsað dystopiskt samfelag í okkara øld, har øll prædikan um at vera sunnur og perfektur er farin úr gevindinum og hevur tikið valdið.
Corpus delicti sipar til aðaregluna, at brotsverk má verða prógvað at vera framt, áðrenn nakar kann verða dømdur fyri at hava framt tað.
Mia Holl livir sítt lív í einum ríki, sum er stýrt eftir Metoduni (minnir í mongum um 1984 eftir Orwell), har góð heilsa og at røkja góða heilsu er evsta skylda hjá borgarunum. Øll mugu geva seg undir og senda myndugleikunum dátur um heilsu og svøvn hvønn mánað, og kropsligar venjingar eru kravdar.
Mia er bæði ung, vøkur og vird sum vísindafólk og tykist ganga undir alt hetta, men hon hevur eitt intellekt, sum stríðist ímóti hesi skipanini.
Hon er sannførd um, at beiggi hennara av órøttum var dømdur fyri álvarsligt lógarbrot, hann ikki hevur framt, og hon setur seg upp í móti hesum valdinum.
Anja Tell týddi úr týskum.
Heiðrik á Heygum gjørdi kápuna