Bók om sorg gevur innlit í sálarsjúku og sorg. Royndirnar at skilja. Berkaðu nervarnar. 

Bók um sorg

BÓK UM SORG er ein stutt og ektað frásøgn um ein í húskinum, sum doyr.

30.05.2021
Sprotin
Bókaprát

Frásøgufólkið er ein skúlalærari mitt í tjúgunum, sum missir stórabeiggja sín, Nils.  Hann tekur lívið av sær í íbúðini, har hann býr. Vit fylgja frásøgufólkinum og familjuni í árinum eftir missin. Í smábitum stoytir frásøgufólkið seg niður í tíðina fyri og eftir sorgarleikin.  

Vit fáa innlit í sálarsjúkuna hjá Nils, í fløkta hjúnalagið hjá foreldrunum, uppvøksturin saman við einsamallari mammu og brøðrum. Frásøgufólkið tekur sær av øllum – mammuni, brøðrunum og ommuni. Sjálv fær hon hvørki sovið ella etið. Kroppurin ger uppreistur og tankakvørnin melur og melur. 

Bókin er sett saman av stuttum bitum, hvør við sínum nummari. At skaldsøgan er flættað saman úr bitum darvar ikki lesnaðin. Tað er ein háttur at fáa skil á og samheingi, tá ið meiningin er burturog kaos er í øllum.  

Skaranger letur frásøgufólkið hyggja at tí einasta, ið er gjørligt: tí ítøkiliga við deyðanum: kroppurin á børu í kapellinum, klæðini í skápunum, lepan, tey finna í lummanum, har hann umber ta skomm, hann hevur komið oman yvir tey. 

Málið er turt, men ómegdin og sorgin í høvuðspersóninum lekur ígjøgnum teir talumálskendu setningarnar.  

Bók om sorg gevur innlit í sálarsjúku og sorg. Royndirnar at skilja. Berkaðu nervarnar. 

Eisini avdúkar Skaranger, hvussu teinurin til næstringar kann togna, tí sorgin er so ymisk hjá fólki. Tað er so einsamalt at syrgja. Tað er so einsamalt at vera sjúkur. Her hugsar frásøgufólkið um beiggjan, sum tók avgerðina at taka sítt egna lív. 

“Einsamallur ert tú, tá ið eingin annar skilir, hvat ið hendir í tínum egna sinni, og roynir tú at siga frá tí, rista tey bara við høvdinum og siga, at tað er ikki satt. Hann helt tað var ein kjøtkvørn, hann fór at verða tveittur í og malin sundur. Eg flenti bara at tí.“

30.05.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?