Sálarfrøðingur á nýggjum leiðum
Sálarfrøðingar munnu í sínum gerandisdegi venda nógvum tonkum, sum ikki allir eru so einfaldir.
Helst er gerandisdagurin rættiliga samansettur og avbjóðandi hjá teimum. Hjá Helga Rasmussen sprettur hesin tankameldur eisini nú sum raffineraðar yrkingar, og tær hevur hann savnað í savnið EITT.
Bókin verður annars alment løgd fram á einum Hoyma-tiltaki á Mýruni í Syðrugøtu tann 9. oktobur. Sjálv framløgan fer eisini at víkja ógvisliga frá teimum vanligu. Meðan landsdysturin verður leiktur tann 9, verður bókin løgd fram sum eitt alternativ til henda eina fótbóltsdystin.
Serstaka skráin er henda:
- Boðið verður vælkomið
- Steintór Rasmussen hevur samrøðu við Helga – og Helgi hevur samrøðu við Steintór.
- Í 15 minuttir verður dyppað. Tey, sum koma til framløguna, skulu hava svimjiklæði við! (Tað var ikki gamalt)
- Í 45 min verður Suppa og Sangur, sum Helgi og Steintór standa fyri.
- Vín og øl fæst við at leggja eina 20 kr. í ein kassa
- Høvi verður at keypa bøkur frá sprotanum fyri serliga lokkandi prís.
Fæst eisini sum ljóðbók
Vilt tú lurta eftir savninum, ber til at tekna hald hjá mofibo.dk. Martin Joensen hevur lisið ljóðbókina inn.