HOYMA
Hoyma-tiltak á Mýruni í Syðrugøtu leygarkvøldið tann 9. oktobur kl. 20.
Savnið EITT eftir Helgi Rasmussen verður lagt fram við hesari óvanligu skrá:
- Tá ið fólk eru komin, hevur Steintór Rasmussen samrøðu við Helga – og Helgi samrøðu við Steintór.
- Í 15 minuttir verður dyppað. Tey, sum koma til framløguna, skulu hava svimjiklæði við.
- Í 45 min verður Suppa og Sangur, sum Helgi og Steintór standa fyri.
Vín og øl fæst við at leggja eina 20 kr. í sigarkassan.
Hetta leygarkvøldið kunnu tey, ið eru fyrst til krubbuna og veruliga vilja gera kvettið, fáa 8 flottar skaldsøgur frá Sprotanum fyri 1000 kr. Hetta kann bjarga jólakeypinum hjá 10 fólkum!
Til sølu vera 10 pakkar við 8 bókum fyri 1000 kr.!