HOYMA

Hoyma-tiltak á Mýruni í Syðrugøtu leygarkvøldið tann 9. oktobur kl. 20.

07.10.2021
Sprotin
Ymist

Savnið EITT eftir Helgi Rasmussen verður lagt fram við hesari óvanligu skrá:

  • Tá ið fólk eru komin, hevur Steintór Rasmussen samrøðu við Helga – og Helgi samrøðu við Steintór.
  • Í 15 minuttir verður dyppað. Tey, sum koma til framløguna, skulu hava svimjiklæði við.
  • Í 45 min verður Suppa og Sangur, sum Helgi og Steintór standa fyri.

Vín og øl fæst við at leggja eina 20 kr. í sigarkassan.

Hetta leygarkvøldið kunnu tey, ið eru fyrst til krubbuna og veruliga vilja gera kvettið, fáa 8 flottar skaldsøgur frá Sprotanum fyri 1000 kr. Hetta kann bjarga jólakeypinum hjá 10 fólkum!

Til sølu vera 10 pakkar við 8 bókum fyri 1000 kr.!

07.10.2021
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?