Hvør drap bambi?

Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Ragnhild Ellingsgaard, lærari, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, rithøvundur, og Marita Dalsgaard, sjónleikari, um bókina “Hvør drap bambi?”, sum Monika Fagerholm skrivaði. 

11.11.2021
Sprotin
Lesikrókurin

Vit eru í einum glæsiligum forstaði, Villabýnum, tey kalla, og her búgva fólk, ið eru væl fyri. Í einum ljóðisoleraðum kjallararúmi dukar ein djúpur bassur. Tað er veitsla, og har hendir ein grov hópneyðtøka. Fýra ungir mans – úr góðum heimum, siga tey – gera seg ógvusliga inn á eina unga kvinnu, sum er fyrrverandi unnustan hjá tí eina unga manninum.

Hetta er sentrala hendingin í virðisløntu bókini "Hvør drap bambi?", sum vit viðgera í Lesikrókinum hesaferð.
Vertur er Eyðun Klakstein.

 

11.11.2021
Sprotin
Lesikrókurin

More articles