Minni um røturnar - Nýtt frá Tóroddi

Onkur yrking er um mat og at eta, men tað er ikki hissini matskrá, sum verður borðreidd í nýggju bókini hjá Tóroddi Poulsen, við sparli í lesullasós og øðrum forkunnugum delikatessum.

22.11.2021
Listaportal.fo
Bókaprát

Hon eitur Verljóð, henda 45. bókaútgávan hjá Tóroddi. Eitt vakurt savn við 88 yrkingum á góðum hálvfems síðum, sum við fáum undantøkum eru stuttar og fyndugar. Verljóð er heimagjørt orð, sett saman av tveimum orðum, sum eg at byrja við hugsi fyri mær í boðshátti: Ver ljóð, altso eitt ynski um, at setningar yrkjarans mega gerast fullborin ljóð ella yrkingar. Men verljóð kundi eins væl verið eitt slag av eksistentiellum yrkingum um at vera til, yrkingar, ið sipa til ljóðið av tilveruni ella bara veraldaryrkingar. Har er eisini okkurt í bókaheitinum, sum fær meg at hugsa um Bíbliuna, tá Guð sigur í fyrstu Mósebók, at tað skal vera ljós og sá, at ljósið var gott og hesin varhugi mín kemst m.a. av, at orðið “ljós” er skrivað á bakpermuna. Typiskt fyri mótsetningsfegna yrkjaran er orðið skrivað við smáum hvítum bókstavum á kolasvarta grund.

Dreymir

Inni í bókini í einari yrking stendur um heitið, at tað stavar úr dreymi. Og júst dreymir eru afturvendandi í surrealistiskum yrkingum, har veruleikans lógir onga ávirkan hava. Hann hevur aftur hesa ferð sjálvur skapt permuna burtur úr tveimum steinprentum, sum hann hevur teknað ein svartan fýrkant á, har bókaupplýsingarnir standa við hvítum hondskrivaðum bókstavum kring ein gyltan runding. Inngangsorðini “her gekk hann/ hetta er hansara brekka” benda á onkra eksistentiellu leið, samstundis sum tátíðarorðingin ber brá av eini søgu, eini mytu, men eisini ein gerandislig, einføld orðing ella kliché, sum kundi verið brúkt í einari av teimum mongu ymisku Meg minnist sendingunum, sum florera í útvarpinum í løtuni, men brekkan er nútíðarlig og vit fara fegin við yrkjaranum niðan brekkuna.

Hugflog og flogfar

Longu frá fyrstu yrking í savninum verður samband knýtt millum hugflog og flogfar ella millum ítøkiligt og óítøkiligt, eitt fyribrigdi, ið sæst aftur nógvastaðni í savninum og sum eisini til tíðir hevur við sær, at summar yrkingar tykjast torskiltar. Men Tóroddur Poulsen dugir sjáldsama væl at arbeiða abstrakt við figurativum myndaliðum – tað sama ger hann javnt og samt við eitt nú súkklum og spannum í myndlistini, men eisini í yrkingum fær hann nógv burtur úr at blanda kategoriirnar. Í eini yrkingasvitu í savninum í seks pørtum er tað lívið sjálvt, sum er høvuðspersónur. M.a verður lívið persónsgjørt til onkran, sum tøssar og hevur búkpínu og giktplágaðar hendur. Í einari yrking stendur: tey/ fella/ trøini/ so eg/ kann/ yrkja/ minni/ um/ røturnar. Her er bæði ein visuellur og innihaldsligur mótsetningur í yrkingini millum tey steyrrøttu trøini og tær bylgjandi røturnar, men inn í negativa tómrúmið, har trøini stóðu, verður yrkingin sett, og lesarin fer av fleirtýðugu orðingini at spekulera um orðið “minni” er navnorð ella lýsingarorð og hvørt yrkjaraegið fer at minnast trærøturnar ella heldur fer at minka um sínar trærótayrkingar.

SPARL
Verljóð eru yrkingar um at skapa, vera, droyma og minnast, um mál, træ, asfalt og annað tilfar. Frásagnarliga ramman er ein flogferð til Føroya, har lent verður í síðuvindi og har ferðafólkini einans sleppa at brúka tað aftasta vesið, tí manningin brúkar tað fremsta. Í einari groteskari yrking við heitinum SPARL verður tann annars hámetta føroyska matstovuvinnan hildin til gjøldurs “ja hvørja ferð tú koyrir eitt sparl í munnin/ smakkar tú enn eina michelinstjørnu” og tá vit lesa, at matstovugestirnir hoyra tjaldurslát í hátalaranum, meðan tey eta, ja, so ivast vit ikki í, at talan er um sjálvan aðalgimsteinin innan føroyska matstovuvinnu og at yrkingin altso er ein parodi uppá KOKS.

Kritiskar yrkingar

Listasavnið fær koyrilin fyri vantandi progressivitet í sínum framsýningarvirksemi fyri “framvegis/ roynir at/ vísa okkum/ at vit eru/ eitt listarligt/ menningarland…” eins og funnist verður at teimum instagrammu, ið oysa út sínar deyðu myndir til tey blindu. Tað stendur heldur ikki væl til innan standmyndaøkið og bæði ræstir fiskar og visnaðar grindalykkjur biðja um fyrigeving vegna øll tey, sum ikki vita hvat tey gera “tí lívið/ kann vera leiðiligt/ eins og eitt bókavarðarviðmæli/ av kókibókaslagnum/ og aldrin eins og / ein grólandi/ dómkirkja/ inni í einum/ fuglafrøðingi.” Sjálvt um tingini verða vend við, er als ikki torført at bera eyga á føroyskar veruleikar í bókini og onkrastaðni hómast ein listamaður, ið troyttast av at verða róstur fyri síni bókaverk av myndlistafólkum, sum tilvitað ignorera hansara myndlist, tó at hann hevur verið myndlistamaður í nógv Harrans ár. Tað er spell - eisini, at Tóroddur Poulsen ikki í størri mun verður virdur og brúktur innan myndlistaøkið og at hann ikki hevur fingið størri framsýningar- og prýðingsuppgávur.

Mistreysti

Eitt ávíst mótloysi er at hóma, tá tað verður staðfest, at lítið er at anda fyri og at yrkjaraegið skjótt einki hevur at yrkja um: havi so/ ofta sæð/ ein fugl/ eg áður/ ikki havi/ sæð og/ skjótt/ havi/ eg einki/ at yrkja/ um. Men sjálvt tá mistreytið er størst, eru setningarnir hjá Tóroddi Poulsen tað størri í fínum yrkingum, sum hesari júst nevndu, ið við fáum orðum lýsir lívsgongdina hjá teimum, ið sleppa at liva leingi. Javnan er tað eins og yrkjarin sipar til eldri tekstir hjá sær sjálvum um bleikar nætur og um at ganga í Havnargøtum og leita eftir brennivíni meðan kavaflykrurnar gloyma at bráðna. Júst í slíkum afturlítandi yrkingum, sum taka støði í minnum, megnar Tóroddur at toga fortíð fram á ein hátt, sum steðgar tíðini og verður ein universal tilverulýsing eitt nú í einari paradisiskari sælumynd sum hesari:
 
tey renna
út og inn
gjøgnum portrið
tey sum ikki
longur eru her
og tey hittast
niðri í fjøruni
síggja ikki
kærleikan
fyrr enn
tey merkja
suðið frá
egnum veingjum
tá tey eygleiða
gyltar krabbar
og forsúllaði
kombikk

Listaportal.fo / Kinna Poulsen

22.11.2021
Listaportal.fo
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?