Beinagrindin í bókaverkinum er gjøgnum­gongd av staðarnøvnum í bygd­ini og tí partinum av Viðoynni, sum hoyrir til Viðareiðis bygd. Danial sigur frá søgum og tilburðum, sum knýta seg at støðunum.

Slóðirnar og minnið – stórverkið um Viðareiði

Tá ið tú sært hetta verkið, fert tú at hugsa: Gævi hvør bygd átti sín Danial.

07.12.2021
Sprotin
Bókaprát

Hann hevur nærlagdur og við kærleika til sítt upphav skrivað eina nágreiniliga søgu um heimbygdina.

Beinagrindin í bókini er ein skipað gjøgnumgongd av staðarnøvnum í bygdini og tí partinum av Viðoynni, sum hoyrir til Viðareiðis bygd. Har, sum høvundurin hevur nakað at leggja afturat staðarnavninum – og tað hevur hann í flestu førum – sigur hann frá søgum og tilburðum, sum knýta seg at hesum staði. Viðhvørt er tað slíkt, sum hann sjálvur hevur upplivað, men farið verður eisini aftur í tíðina, okkurt verður tikið fram, sum áður er fest á blað, men ikki minst sigur hann frá ymiskum, sum hann hevur hoyrt frá teimum eldru.

Viðareiðisløtan 12. des. avlýst

Vit høvdu fyrireikað eina góða hugnaløtu í bygdini sunnudagin tann 12. desember við røðum og tónleiki og onkrum góðum til góman. Men korona ger so ógvisliga um seg, at eftir tilráðing frá myndugleikunum, hava vit gjørt av at avlýsa alt.

Men til ber at ogna sær verkið og gera kvettið longu nú:

Mikudagin 8 des. og hósdagin 9. des. kl. 13-15 ber til at heinta verkið á kommunuskrivstovuni á Viðareiði. Flyt kr. 500 á kontu 9181 4348607, vís kvittanina og fá verkið heim við.

ELLA
Fram til mánadagin 12. des. kostar verkið bara kr. 500 á sprotin.fo. Vanligur kostnaður er kr. 598.

KEYP VERKIÐ HER

07.12.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?