Fáur fær tráðin heilt slættan

Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Óluva Klettskarð tosa um bókina “Fáur fær tráðin heilt slættan”, sum Sólrun Michelsen skrivaði

13.12.2021
Sprotin
Lesikrókurin

Fáur fær tráðin heilt slættan er triðja bókin í røð, sum Sólrun Michelsen hevur skrivað um familju í Suðuroy.

Tríbókaverkið fylgir Helenu og systkjum hennara – serliga systrunum – eftir at mamman doyr í barnsburði. Í hesi triðju bókini eru vit komin upp í 1920’ini og 1930’ini, og søgan gongur fyri seg bæði í Føroyum, her vit fylgja Helenu og hennara familju, og í Danmark, har systrar hjá Helenu búgva.

Gestir í Lesikrókinum hesa ferð eru Bergljót av Skarði, cand. mag í føroyskum og enskum (og bloggari), Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, og Óluva Klettskarð, cand. mag í søgu, føroyskum máli og bókmentum.

Vertur er Eyðun Klakstein.

 

 

 

13.12.2021
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?