Báðar bøkurnar eru skakandi vitnisburðir um, hvussu djúpt vit kunnu søkka, og hvussu ófatiliga skjótt tað kann henda.

Tvær skelkandi bøkur um jødatýningina 

Í sambandi við Holocaust minnisdagin fara vit at varpa ljós á tvær bøkur, sum greiða frá tí, ið hendi, tá ið Hitlar setti eld á alt Evropa og setti sær fyri at týna allar jødar av heimsskorpuni.

26.01.2022
Sprotin
Bókaprát

Báðar bøkurnar eru skakandi vitnisburðir um, hvussu djúpt vit kunnu søkka, og hvussu ófatiliga skjótt tað kann henda.

Onnur er Hara við ravgulum eygum eftir Edmund de Waal, sum Annfinnur í Skála týddi í 2014.

Hin er Heimurin, ið var eftir Stefan Zweig, sum Knút Olsen týddi í 2017.

Báðar bøkurnar eru ávaringar til okkara og okkara egnu tíð um, at hetta kann henda aftur, koma harðrendir einaræðingar fram at valdinum eina ferð enn. Tað krevur politiskan dugnaskap at halda tí máttinum skák mát, sum alsamt roynir at forkoma okkara fólkaræði.

Bøkurnar hava tað til felags, at øll tann siðmentan, ið Evropa var grundað á, øll tann mentan og list, sum Evropa hevði ment, og alt, sum var vorðið grundarlag undir evropiskum felagsanda, alt, sum var hildið vera verja ímóti allari mannminkan og niðran, smokkaði saman eftir stuttari tíð. 

Einki kundi verja seg fyri tí valdsøði og tí grimd, sum avdúkaði seg tá, sum hevði ligið og gløtt undir øllum og avdúkaði, hvussu tunn skónin av siðmenning í royndum var oman á øðini.

Hara við ravgulum eygum – les brot her (s. 285-296)

Heimurin, ið var – les brot her (s. 411-417)

 

26.01.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?