Jákup Reinert Hansen er tikin úr leikum sum fyrilestrarhaldari.

Góður gamal kristindómur

Jákup Reinert Hansen er tikin úr leikum sum fyrilestrarhaldari. Mong hava sitið sum undir lestri, tá ið hann hevur greitt frá Mikkjali á Ryggi, Fríðriki Petersen og øðrum í útvarpinum. Henda bókin fevnir um fleiri av hansara allarbestu fyrilestrum.

15.02.2022
Sprotin
Bókaprát

Jákup Reinert Hansen:

Henda bókin er eitt úrval av fyrilestrum, eg av og á havi hildið, eftir at eg kom í starv sum lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetrinum. Summir teirra hava verið umbidnir til serstøk høvi og eru bara hildnir eina ferð. Aðrir hava verið endurtiknir fleiri ferðir og lagaðir eftir áhoyrarum og umstøðum. Teir flestu eru ikki prentaðir áður.

Í mun til vísindaligar greinar hevur tann fólksligi fyrilesturin bæði fyrimunir og vansar. Fyrilesturin hevur t.d. ikki tilvísingar uttan tær, sum so hissini koma fyri í sjálvari framførsluni, eins og fáur fregnast eftir keldunum, tá ið liðugt er. Í fyrilestrinum kann vera neyðugt at seta evnið inn í størri høpi, enn greinin loyvir, fyri at áhoyrarin skal kenna seg heima og fáa fulla úrtøku burtur úr søguni, sum søgd verður. Hinvegin ger tann, ið heldur fyrilestur, sjálvur av, hvat verður tikið við, og hvussu tað verður orðað.

Eg havi valt at kalla bókina Góður gamal kristindómur. Gamlar keldur – ofta handskrivaðar – úr ymiskum skjalasøvnum eru tiknar fram í dagsins ljós og samanbornar við tað, nýggjari gransking veit at siga. Sum gamli professari mín í Århus, Jakob Balling, hevur víst á, er tað, sum varð gjørt og sagt í gomlum døgum, ofta til staðar sum ein livandi partur av kristindóminum í dag, hóast tað ikki altíð er líka lætt at vísa á hetta ella at greina tað til fulnar. Longu tað, at vit vísa kirkjusøguni áhuga, er prógv um, at hon framvegis hevur týdning fyri okkum.

Tað hevur verið ein stuttleiki viðhvørt at sleppa út um Setursins múrar at greiða frá ymiskum evnum, sum øll kunnu koma fyri hjá tí, ið tekst við føroyska kirkjusøgu. Okkurt teirra hevur kanska meira altjóða- enn føroyskan dám. Okkurt er kanska meira mentanarligt enn kirkjuligt. Ein einstøk prædika hevur sníkt seg uppímillum. Eins og eg sjálvur minnist aftur á góðar løtur kring landið, vóni eg, at áhoyrarar og lesarar hava fingið ella fara at fáa okkurt burturúr.


INNIHALD

  • Kristindómur á Tróndar døgum. Fyrilestur á Tróndardegi í gomlu Gøtu kirkju 12. juli 2018.
  • Endurtikin við smærri tillagingum á seinsummardegi í Sands kirkju 25. august 2018.
  • Martin Luther. Fyrilesturin varð skrivaður í sambandi við 500-árið fyri reformatiónina og hildin ymsastaðni, serliga í 2017. 
  • Tá reformatiónin kom til Føroya – siðaskiftið lýst við fólksins bókum. Fyrilestur skrivaður til reformatiónsfagnaðin 2017. Hildin ymsastaðni við smærri broytingum.
  • Lucas Debes. Fyrilestur til bókaframløgu í Havnar kirkju 16. november 2017: Lucas Debes: A Description of Foeroe 1676, Translated by John Sterpin. Nýggj útgáva ritstjórnað av Norbert B. Vogt. Stiðin 2017. Fyrilesturin er prentaður í týskari týðing eftir Detlef Wildraut í blaðnum hjá Týskt-føroyska vinafelagnum, Tjaldur nr. 59, 2017. 
  • Fólkaskúlin og arvurin frá pietismuni. Fyrilestur til aðalfund í Føroya lærarafelag á Hotel Føroyum 8. mai 2021.
  • Christen Djurhuus. Fyrilestur í Løkshøll, Runavík, 7. juli 2020, tá ið hin prentaða útgávan av Eysturoyar kirkjubók varð løgd fram.
  • Hammershaimb prestur. Fyrilestur í sambandi við 200 ára dagin hjá Hammershaimb 25. mars 2019, hildin fyrstu ferð til Orð og Tónar tiltakið hjá Sprotanum í Reinsarínum 21. mars 2019 og fleiri ferðir síðani.
  • Hvat kann røra hjartastreingir? Prædika í Kvívíkar kirkju 24. mars 2019 í sambandi við 200 ára dag V. U. Hammershaimbs. Prentað í Sosialinum 25. mars 2019.
  • Fríðrikur Petersen – 100 ár eftir deyða hansara. Fyrilestur í Fríðrikskirkjuni á Toftum 5. juni 2017. Fyrilesturin kann eisini lesast á heimsíðuni hjá Nes kommunu.
  • Dahl, próstur, og altarbókin 1939 – eitt 80 ára minni. Fyrilestur í Havnar kirkja 25. sunnudag eftir trinitatis, 18. november 2018. Áður prentaður í Kirkjutíðindum nr. 2, 2019.
  • Kvæðaskaldskapurin hjá Mikkjali á Ryggi. Fyrilesturin varð umbiðin av Slái ring til kvæðastevni í Norðurlandahúsinum 7. sept. 2019 og endurtikin til 140 ára minningarhald fyri Mikkjal á Ryggi í Miðvági 20. okt. 2019. 
15.02.2022
Sprotin
Bókaprát

More articles