Móðurmálsdagurin

Føroyska stavraðið, sum fyrsta Málráðið samtykti og staðfesti: Tann, ið ongar trupulleikar hevur havt av tí stavraði, vit hava og altíð hava havt, fær ongar trupulleikar, tí vit halda fram við somu, gomlu, væl royndu skipanini. Vit gera eisini sama mun á føroyskum og fremmandum stavum, ið altíð hevur verið gjørt.

25.03.2022
Málráðið
Ymist

Málráðið hevur samtykt at brúka tað stavraðið, vit altíð hava brúkt. Málráðið mælir til ikki at broyta siðvenju og ta stavseting, sum t.d. allar orðabøkurnar eru grundaðar á. 

Hví hava vit stavrað? 

Endamálið er, at stavirnir og stavsamansetingar megna at endurgeva øll ljóð í málinum. Okkara stavir megna ta uppgávuna til fulnar, tí eru ongar grundir at broyta stavraðið.

Hví eru stavir sum c og z útihýstir? 

Orsøkin er tann, at stavsetingin skal vera so einføld sum til ber. Verður c tikið inn í stavraðið, so mugu reglur verða gjørdar fyri, nær c kann verða brúkt í staðin fyri s og nær c kann verða brúkt fyri k. Sama er við z. 

Verða børnini vand við, at hesir stavir eru ikki í okkara máli, so verða stavirnir ikki brúktir og so er trupulleikin loystur. Børn fara ikki at ivast í at súkklan hevur s – tí sagt verður s og c er ikki til í okkara stavraði. Heldur ikki verður til dømis bensin nakar trupulleiki, tí z er ikki til í okkara stavraði. K sigur k og s sigur s. Eingin annar møguleiki er.

Børnini læra at brúka hinar stavirnar, tá ið tey læra onnur mál sum danskt og enskt. Men tey fara ikki at draga til dømis donsku orðamyndirnar inn í føroyskt, tí tey vita, at s sigur s og k sigur k og at c er ikki til í okkara. Høvuðsgrundin er námsfrøðilig. Stavsetingin skal vera so einføld sum til ber.

Hvat gera vit so við allar teir fremmandu stavirnar?

Vit gera sum verður gjørt í øllum londum. Vit lesa tilfar úr stórum pørtum av heiminum. Bløð og bøkur úr ymsum málum eru á bókasøvnunum, og vit hava leitiskipanir til at finna alt aftur. Allar leitiskipanir finna alt, tí alt er skilvíst skipað. Á bókasavni til dømis verður ikki føroyska stavraðið brúkt, tí har er tilfar úr øllum heimi. Tí brúkar bókasavnið eina stavraðan – eina alfabetisering – í staðin, sum fevnir um meira enn tað føroyska. Føroyska stavraðið a, á, b, d, ð …… verður har broytt til a, á, b, c, d, ð … so leitiskipanin greidliga sigur frá, hvar ymsu fremmandu stavirnir standa í mun til teir føroysku. Soleiðis hevur altíð verið gjørt, og soleiðis verður gjørt í øllum málum. 

Tá ið vit stavraða (alfabetisera), nýta vit, umframt føroyska stavraðið, modernaða latínska stavraðið, t.e. enska stavraðið. Harumframt  verður bókstavurin å í donskum, norskum og svenskum orðum settur á aftasta pláss, og bókstavurin þ í eitt nú norrønum og íslendskum orðum verður settur millum t og u, t.e.

a  á  b  c  d  e  f  g  h  i  í  j  k  l  m  n  o  ó  p  q  r  s  t  þ  u  ú  v  w  x  y  ý  z  æ  ø  å

Þ verður sett beint eftir t, tí norrønt þ vanliga verður til t í føroyskum, og å verður sett á aftasta pláss, tí har stendur tað í danska (og norska) stavraðnum.

Føroyska stavraðið er til føroyska málið, og eru x, ñ, q, ü, ç ä, å ikki stavir, ið umboða føroysk ljóð, so hava teir einki at gera í stavraðnum. Tað er sára einfalt. Og tað er hetta skottið, ið ikki má verða tikið burtur.

Fremmand fólkanøvn hava fremmandar stavir í sær

Í øldir eru útlendingar komnir til Føroya, hava búsett seg her og stórar ættir hava fjølgast. 

Íslendingar hava tikið sítt þ við sær, danir hava sítt å við sær í Åge, úr Týsklandi hava vit fingið Lützen, Müller og Max, úr Onglandi Wilhelm og Cecil. Allir hesir stavir verða brúktir í øllum hesum nøvnum. Alt verður stavað, sum tað eigur at verða á upprunamálinum. Teir hava tað fínt í Føroyum men teir koma ikki inn í okkara stavrað, tí teir umboða fremmanda stavsetingarsiðvenju. At vit harumfarmt hava hava tvær eftirnavnasiðvenjur í Føroyum  er eisini ein óreingiligur søguligur veruleiki, sum hevur givið okkur ørgrynni av tvísniðum sum Kristian og Christian.   

Við at halda fast við tað, vit hava, slepst undan at gera bæði eitt og annað umaftur.

Og eitur tú Christian Åge Wang Quilling Zachariasen, eitur tú tað framvegis, og ætlar tú tær at doypa abbasonin sama navn, so kanst tú eisini tað. Eingin forðar tær, hvørki siðvenja ella lóg. 

Og hevur tú fingið tær vív við nógvum q-um, x-um og z-um í navninum, so kunnu allir hesir fremmandu stavirnir verður fluttir yvir á hennara ommudóttir um nøkur ár, tí tú endurgevur eitt navn úr einum fremmandum máli, og tað verður gjørt við teimum stavum, sum hoyrir til tað fremmanda málið.  

Tað ber sjálvandi framvegis til at stava eitt nú fremmand nøvn við stavum, sum ikki eru í føroyska stavraðnum, t.d. Lazio, Skåne, La Coruña, Newton, Atatürk, Quito og Marx, hóast z, å, c, ñ, w, ü, q og x ikki eru í stavraðnum.

Nøvn í sambandi við nýggja atlasið

Fyri einum tjúgu árum síðani gav Skúlabókagrunnurin eitt føroyskt atlas út, ætlað til skúlabrúks. Við hesum atlasi var skapað eina landanavnahevd á  føroyskum, landanavnahevdin hevði verið donsk ella hálvdonsk, hálvføroysk. Øll orsøk var tí til at fáa skil á.

Eitt atlas hevur fastar reglur at halda seg til. Í sambandi við nýggja atlasið, ið kemur út í ár, verða lond stavað við føroyskari stavseting til dømis Týskland og Amerika, men býarnøvn broyta ikki snið, so Chicago og New York standa óbroytt við c og w. Býir, vit hava serlig sambond við kunnu broyta snið t.d. Keypmannahavn, eisini einstøk staðarnøvn, ið hava fingið serliga støðu í t.d. bíbliutýðingum. Annars verður ómetaliga lítið broytt. At býur sum Chicago nú skal verða skrivaður Sjikago, sum onkur rør framundir, er berur heilaspuni, tí allar reglur eru púra greiðar, ið forða fyri slíkari ørkymlan.

Men hvat so við støddfrøði – x, y, z?

Í støddfrøði og evnafrøði liva t.d. x, y, z undir liðini á øðrum symbolum sum μ ella π. Latínsku stavirnir hava sama virði sum hini symbolini. Ikki sum stavir í okkara stavraði, men sum symbol. Tað er skilagott at brúka somu symbol í støddfrøði um allan vesturheimin, tí er so vorðið. Hetta eru symbol og styttingar í støddfrøði og øðrum grundfakum, og hava einki við føroyska stavraðið at gera. Hesir stavirnir eru symbol og styttingar fyri m.a. griksk heiti. Hesir stavir hava heilt annað virði enn vanligir stavir. 

Málráðið

25.03.2022
Málráðið
Ymist

More articles