Stefan Zweig: Magellan. Týðing: Knút Olsen

Stefan Zweig: Magellan 

Í fororðinum sigur Zweig, at hann var á veg til Amerika á einum av hesum stóru marglætisskipunum, tá ið hann fór at hugsa um Vasco de Gama, Magellan og allar hinar rannsóknarmenninar og tær umstøður, teir livdu undir á sínum leitanum tvørtur um jarðarknøttin. Tá gjørdi hann av at skriva eina bók um Magellan. Hann granskaði alt, hann fekk hendur á um hetta stórmennið. Bókin kom út í 1938.

18.02.2022
Sprotin
Bókaprát

Bókin byrjar við at taka saman um handilin við kryddi og tann týdning kryddið hevði tá á døgum. Hvussu ófatilig peningavirði vóru í kryddi. Hann greiðir frá, hvussu portugisar gjørdust rannsóknarmenn og tann váða teir livdu í. Hann kunnar okkum um teir, ið ráddu fyri borgum í Portugal og Spania.   

Magellan (1480-1521) var føddur í Portugal. Hann var aðalsmaður. Portugisiska navn hansara var Ferñao de Magalhães. Hann var sjómaður, sigldi millum Vestindisku oyggjarnar 1505-1512. Hann og vinmaður hansara Faleiro vóru sannførdir um, at onkur leið var til kryddoyggjarnar, um tú sigldi vestureftir frá Evropa. 

Carlos I, seinni Karl fimti, fíggjaði ferðina. Magellan við monnum sínum fór úr Spania 10. septembur 1519 við 5 skipum og 285 monnum. Teir komu aftur 6. september 1521 við einum skipi, 18 monnum og ongum Magellan, sum doyði á Filipsoyggjum. 

Ein teirra var tann lærdi Antonio Pigafetta, sum skrivaði dagbók á ferðini. Bókin er kelda til ófatiliga nógvan kunnleika um hesa ferðina og londini, teir komu til.  

Zweig greiðir frá lívi og ferðum Magellans, greiðir frá tí grumma politiska spælinum, og hvussu ferðin varð fíggjað, hann lýsir fyrireikingarnar, stríðið millum skipara og manning og allar teir vandar, sum lúrdu. 

Magellan fann Magellansundið í syðsta partinum av Kili. Ein ógviliga vandamikil leið, men ein av teimum fáu náttúrligu sundunum millum Atlantshav og Kyrrahav. 

Teir 18 menninir, sum kom afturíaftur vóru teir fyrstu at sigla kring allan knøttin og høvdu prógvað, at jørðin var eingin fløta.  

Sumt av tí søguliga tilfarinum í bókini ger teg ovfarnan. Til dømis at hugsa sær, at pávin tók sær tað verðsliga ræði, sum høgra hond Várharra, at býta allan heimin ímillum Portugal og Spania. Hann teknaði eina hugsaða striku á eitt kort og gjørdi av, at øll lond, ið funnin vórðu vestan fyri linjuna, vóru Sponsk, tey eystanfyri portugisisk. Tí hevði Spania slíkan áhuga at stuðla ferðini hjá Magellan vestureftir. 

Hvat, ið katólska kirkjan hevur tikið sær einkarrætt og ræði til millum ár og dag, er ófatiligt. Hon má vera ímyndin av tí fullkomna stórlætisørskapinum. Hetta var eitt dømi um tað.

Allar støðirnar fram við afrikonsku strondini frá Góðvónarhøvda til Evropa vóru portugisiskar. Seinasta skip Magellans tordi ikki at leggja inn at bunkra á veg heim aftur. Manningin var vís í at verða tveitt í geglið, tí teir vóru í spanskari tænastu. So hørð var kappingina millum londini bæði. Teir vildu heldur doyggja í hungri og tosta enn at leggja inn.

Zweig lýsir Magellan sum ein arbeiðsaman og treiskan mann, sum ruddaði allar forðingar. Tað er ilt at ímynda sær, hvussu nógv hesir menn hava lagt fyri, tá ið teir fóru frá øllum og settu kós inn í tað fullkomiliga ókenda. Har hevur staðið ómenniskjansliga nógv á.

Eitt lív hevur verið eins virðismikið tá sum nú. Magellan doyði á ferðini eftir at hava verið fyri so mongum. Konan og sonurin doyðu eisini, meðan hann var burturi. Ættargreinin doyði út, men bragdið, maðurin framdi, stendur eftir sum eitt veruligt roysni.

18.02.2022
Sprotin
Bókaprát

More articles