Sprotin verður í Fuglafirði tann 8. mars

Á stóra konubrakinum í Fuglafirði í morgin fer Rannvá Mortensen at leggja sítt nýggja og avbera góða yrkingasavn fram. Savnið eitur Vármjólk.

07.03.2022
Sprotin
Bókaprát

Dorit Hansen prátar við Rannvá um savnið, og Rannvá signerar fegin bókina.

Annars kemur onnur bók á marknaðin í næstum. Tað er Blómudalurin eftir Niviaq Korneliussen, sum vann norðurlendsku bókmentaheiðurslønina í fjør.

Hon verður á marknaðinum í næstu viku, men til ber at ogna sær eitt eintak í Fuglafirði í morgin.

Eisini er Kvinnusangbókin endurprentað. 

07.03.2022
Sprotin
Bókaprát

More articles