Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Tore Renberg
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-437-9
Útgávudagfesting: 1. desember 2021

Tollakur hjá Ingibjørg

Tore Renberg

Tollakur er einkjumaður væl við aldur. Hann livir eitt einfalt lív í lítlum húsum. Hann gongur við einum loyndarmáli í sær, ið er so stórt, at tað kann næstan ikki vera satt. Tollakur hevði ein stóran kærleika í lívinum. Hon æt Ingibjørg, og saman fingu tey tvey børn. Hann hevði sagverkið, har hann hvønn dag kappaði tilfar til øll í bygdini og víða hvar. Tollakur hevði serstaka dreingin Oddo, sum kom til hansara, tá ið eingin annar vildi taka sær av honum. So floymdi nýggja tíðin inn yvir landið, og hon var ikki skiljandi. Fólk fóru at keypa í timburhandlinum í staðin fyri ein planka frá Tollaki. Sagverkið kastaði ikki longur nakað av sær. Ingibjørg tosaði um, at hon hevði hug at flyta inn í bygdina, nærri hinum. Ein ógvislig vanlukka rakti hetta lítla húskið.

Tá ið vit fara inn í søguna, er Ingibjørg deyð, og børnini eru tilkomin. Heimurin uttan um hann hevur gingið sína leið, men Tollakur kann ikki góðtaka, at dóttirin Hillevi fekk sær útbúgving og starv langt frá bygdini.

Tollakur er í øðini. Honum dámar ikki "ta nýggju tíðina" og hatar alt tað, sum onnur kalla framburð. Hann noktar at laga seg eftir nýggju tíðini. Men nú er hann farin at sjúklast og hevur ikki langa tíð eftir, so tað er í tøkum tíma at siga sannleikan. Hann gongur við einum myrkum loyndarmáli og hevur biðið vaksnu børn síni hyggja heim.

Í 2020 vann Tore Renberg stóru norsku virðislønina, Bokhandlerprisen, tí bókin varð mett at vera besta norska skaldsøgan hetta árið.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Vanligur prísur
GBP40.15
Klubbaprísur
GBP32.12
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Tore Renberg

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Fjarvera tín er myrkur
GBP40.15
Maria Stuart
GBP40.15
Eden
GBP28.61
Reyðhærda Kvinnan
GBP34.38
Staklutirnir
GBP34.38
Kærleikin
GBP34.38