Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Erika Fatland
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Pauli Nielsen
ISBN: 978-99972-1-434-8
Útgávudagfesting: 19. oktober 2021
Síður: 680

Hæddir

Erika Fatland
Á ferð í Himalaia

Enn ein hugtakandi og .vintýrakend ferðafrásøgn frá Eriku Fatland. Hesa ferð fer hon við okkum upp í hæddirnar í Himalaia – ómataliga fjallaryggin, sum toyggir seg um fimm lond. Her verður alt blandað saman – islam, buddhisma og hinduisma og elligomul sjamantrúgv, eitt ótal av málum og serligum mentanum, sum liva sítt egna lív í avbyrgdu dølunum.

Hvat kunnu vit vita um hesi menniskju í Himalaya? Einki.

Men Fatland hevur hitt tey, sum her búgva, letur tey siga sínar søgur um gamlar skikkir og siðvenju, politikk, kríggj, veðurlagsbroytingar, kærleika, krútsterkt kili og livandi gudinnur.

Ferðin verður gjørd gjøgnum ófatilig landsløg og eina fullkomiliga ókenda heimssøgu.

Nøgd
Prísur
539,62 SEK
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Erika Fatland

Erika Fatland er høvundur og royndi seg fyrstu ferð við barnabókini Foreldrekrigen í 2009. Hon var innstillað til Brageheiðurslønina fyri sína fyrstu yrkisbók Englebyen í 2011. Síðan gav hon út Året uten sommer um sorgarleikin tann 22. Juli í 2011 á Utøya og ferðafrásøgnina Sovjetistan. Fyri hesa fekk hon bókhandlaranna heiðursløn fyri yrkisbókmentir og Wesselheiðurslønina. 

Literary Europe Live hevur kosið Fatland at vera ein av tíggju teimum áhugaverdastu samtíðarhøvundun-um í Evropa. Morgunblaðið hevur kosið hana at vera ein av Noregs tíggju bestu høvundum undir 35 ár. Bøkur hennara eru týddar til 14 mál. Fatland er útbúgvin sosialantropologur og tosar átta mál.

Aðrar bøkur Erika Fatland

Markið
462,09 SEK

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
617,15 SEK
Veðursjúka
369,05 SEK
Sanna Dahl
617,15 SEK
Góðkrút
694,68 SEK
Hugleiðingar av marbakkanum
539,62 SEK
Reyn, kæra Reyn
694,68 SEK