Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Danial Lydersen
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-458-4
Útgávudagfesting: 6. desember 2021

Viðareiði - Slóðirnar og minnið

Danial Lydersen

Beinagrindin í bókaverkinum er gjøgnum­gongd av staðarnøvnum í bygd­ini og tí partinum av Viðoynni, sum hoyrir til Viðareiðis bygd. Danial sigur frá søgum og tilburðum, sum knýta seg at støðunum. 

Tey fyrstu barnaárini búði høvundurin í býlinginum í Fodlendi inni hjá abbanum og ommuni, sum vóru ættað úr teimum báðum bóndahúsunum í Fodlendi, Miðstovuni og Uppistovu. Har andaði av søgu, og Danial vaks upp millum fólk, sum høvdu serstakliga stóran áhuga fyri tí søguliga. 

Viðareiði var ein rættiliga avbyrgd bygd, og Danial fekk um endan á eini fornari mentan, sum meira og minni hvarv miðskeiðis í farnu øld. Danial er føddur mitt undir seinna heimsbardaga. Tey gomlu, ið hann sum smádrongur hoyrdi siga frá, høvdu sjálv livað í teirri stóru broytingar­tíð, sum tók seg upp, eftir at einahandilin og bátsbandið vórðu tikin av. 

Sjálvur var Danial ungur í broytingar­tíðini eftir seinna heimsbardaga, meðan viðingar enn skóru torv inni í Dølum og róðu út úr Eiðsvík.

 

Nøgd
Prísur
GBP68.99
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Danial Lydersen

Aðrar bøkur Skreytútgávur

Vinaliga
GBP68.99
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Fuglabókin
GBP68.99
Marius Olsen / Prent 1980-2016
GBP57.45
William Heinesen - myndlistamaður
GBP57.45
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Seyðabókin
GBP51.68

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
GBP45.91
Veðursjúka
GBP27.46
Sanna Dahl
GBP45.91
Góðkrút
GBP51.68
Hugleiðingar av marbakkanum
GBP40.15
Reyn, kæra Reyn
GBP51.68