Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-476-8
Útgávudagfesting: 23. mai 2022

Sálareyga

Grækaris Djurhuus Magnussen

SÁLAREYGA er bókin um 40 ára søguna hjá Sinnisbata. Um felagið, sum síðan stovnanina í 1982 hevur arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum. Longu sjey ár eftir stovnanina,
í 1989, hevði felagið keypt tvey hús, sum síðan hava verið nýtt sum bústovnar til sinnisveik.

Av fremstu málunum hjá felagnum hevur alla tíðina verið at kunna um sálarsjúkur og viðurskifti, sum hava við sálarsjúkur at gera. Heilt frá byrjanini vórðu fyrilestrar um sálarsjúku hildnir ymsastaðni í Føroyum. 

Tað hevur ligið frammarlaga hjá felagnum at avstigmatisera og avtabuisera tað at hava sálarsjúku. Amboðini hava verið mong, millum annað nógvu fyrilestrarnir, altjóða sálarheilsudagurin
og upplýsingar og viðmerkingar í miðlunum.

Í bókini verður hugt aftur í søguna hjá teimum umleið 300 føroyingunum, sum frá 1890 til 1969 noyddust av landinum til viðgerðar, tí umstøður vóru ikki til tað í Føroyum. Tey komu til eitt fremmant land, innløgd millum fremmand fólk, har málið eisini
var fremmant. Fleiri teirra komu ongantíð heim aftur.

Í 1969 læt Statshospitalið upp fyri sjúklingum. Vit hava samrøður við fyrrverandi starvsfólk um umstøðurnar tá og um tíðina, tá ið føroyskir sjúklingar komu heim úr Danmark og vórðu innlagdir á Statshospitalið í staðin.

SÁLAREYGA, sum m.a. merkir sálarligur sansur og andligt gløggskygni, er partur av sálarsjúkusøguni í Føroyum.

Nøgd
Prísur
NOK 632,85
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Grækaris Djurhuus Magnussen

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
NOK 632,85
Veðursjúka
NOK 378,44
Sanna Dahl
NOK 632,85
Góðkrút
NOK 712,35
Hugleiðingar av marbakkanum
NOK 553,35
Reyn, kæra Reyn
NOK 712,35