Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Arnbjørn Ó. Dalsgarð
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-505-5
Útgávudagfesting: 13. november 2022

Tykisljóð

Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Arnbjørn Dalsgarð er á marknaðinum við nýggjum savni við sjaldsomum metayrkingum. Yrkingar um at yrkja og síggja tilveruna úr snaraðum vinklum kanska ofta millum tað, ið tykist, og tað, ið er. Yrkingarnar krevja, at lesarin vil liva tað lív, sum yrkingin skapar eina løtu. At síggja tað lív, ið er inni í tí formi, sum er karmur um innihaldið í orðinum.

fuglar
eg skrivi fuglarnar
sum eg hoyri og síggi inn
í hesa yrking sum fer
á flog av øllum veingja
brestunum og hvørvur inn
í bláa pappírið

í seinnu helvt lendir yrkingin aftur
her á borðinum og spyr
hvat hon skal gera
við teir fjaðurskotnu fuglarnar
sum sótu eftir

eg svari í nútíð
at ljósið og tíðin nokk
skulu finna eina loysn
og fái mær aftur upp
í nevið

Nøgd
Prísur
USD 28.61
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (f. 1971) hevur skrivað stuttsøgur, yrkingar, ummæli, greinir og aðrar tekstir fyri bæði vaksin, ung og børn. Frá 2006-2019 ritstjórnaði hann skaldskapartíðarritinum Vencili saman við Oddfríði Marna Rasmussen, og fyri hetta starv fingu teir báðir Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens í 2009.
Arnbjørn er útbúgvin bókavørður og cand.mag. í heimspeki í verki.

Aðrar bøkur Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Setorð
USD 28.61
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Føroysk blaðsøga 1852-2002
USD 22.97

Aðrar bøkur Yrkingar

Á marknaðinum í vár
Vit skulu upp og avstað
USD 28.61
Á marknaðinum í vár
Allir luktir ørkymla mín staðarsans
USD 28.61
Tann ákærdi boðberjin
USD 28.61
Dreymaólag
USD 21.39
ást
USD 21.39
Martin Joensen
USD 57.51