Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Dorit Hansen
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-515-4

Floymandi nærvera - Hans Marius Ziska og Hans Jacob Kollslíð

Dorit Hansen
Tekstir, løg og samrøður

Konsertin er løtan við opnum sonsum og røttum hýri. Løtan, tá ið tú upplivir samrunan millum tónleik og tekst. 

Tá ið hon er av, rekur hon í huganum. Og tá ið stundir eru, kann tað henda, at onkur fær hug at rógva aftur á tekstin, aftur á nótarnar. 

Kanska vilja vit vita eitt sindur meira um tankarnar, sum búgva undir verkinum. 

Tí hevur Dorit Hansen havt  samrøður við tónasmiðin Hans Marius og tekstsmiðin Hans Jacob og lýst teir og teirra tankar.

Lýrisku tekstirnir skoða menniskjað sum eitt mót millum tað, sum var, og tað, sum kemur, og á tí markinum er ikki altíð so lætt at vera, tí mótið er óendaligt og her og nú um somu leið. 

Tað er ein støða, ið elur iva og tvídrátt og vekur eisini tilvitskuna um tað, ið kundi verið betri, øðrvísi, rættvísari.

Tí vit eru menniskju í samfelag, men liva ein og ein og ein og ein, sum fara upp og skunda okkum út í ein annan dag, har ið alt er, júst sum tað var í gjár. 

Sum fylgja við streyminum og liva í dreyminum.

Sum eygleiða verðina, meðan hon fer framvið.

Sum varnast, at vit sleppa okkum inn í rúm, har okkara egnu orð og tankar bergmálast og okkara egnu skuggamyndir stara at okkum. 

Sum eiga at sansa løtuna og møguleikarnar í henni, men mangan eru burturhugað.

Sum eiga at skilja heildirnar, tá ið tær birtast fyri okkum, men makta tað mangan ikki.

Sum glíða av inn í dreymar, tá ið veruleikin krevur ov nógv.

Vónandi rógva tit aftur á hesar tekstirnar, tá ið konsertin er av, tí sam­røðurnar eru forvitnisligar og skaldskapurin dygdargóður og hugvekjandi.

Nøgd
Prísur
307,02 SEK
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Dorit Hansen

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
617,15 SEK
Veðursjúka
369,05 SEK
Sanna Dahl
617,15 SEK
Góðkrút
694,68 SEK
Hugleiðingar av marbakkanum
539,62 SEK
Reyn, kæra Reyn
694,68 SEK