Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Olga Tokarczuk
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Poland
Týðari: Vagnur Streymoy
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-519-2
Útgávudagfesting: 2. juni 2023

Pløg beinagrindir teirra deyðu

Olga Tokarczuk

Í einari fjarskotnari pólskari bygd suður ímóti kekkiska markinum býr Janina. Hon hevur eyguni eftir summarhúsunum har um leiðir, sum standa tóm um veturin. Annars dámar henni best at sita við stjørnutýðingum, at týða yrkingar eftir William Blake og at eygleiða villinidýr.

Greitt er, at henni dámar betur dýr enn menniskju. Beisk í huga sær hon veiðimenn drepa hesi ediligu dýrini frá hond. Brádliga doyr ein veiðimaður fyri og annar eftir undir heilt løgnum umstøðum. Løgreglan er í villareiði, men Janina heldur seg síggja eitt greitt mynstur í gátuni. Bókin granskar ódámliga markið millum sinnissjúku og skynsemi, rættvísi og siðvenju. Og hon tykist seta spurningin: Hvørji eru tey, vit halda vera skynsom?

Nøgd
Vanligur prísur
46,72 EUR
Klubbaprísur
37,38 EUR
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Olga Tokarczuk

Olga Tokarczuk er eitt tað navnframasta og best umtókta skald í pólskum bókmentum í løtuni. Hon er fødd í 1962 og vann bókmentaheiðursløn Nobels í 2018. Umframt hevur hon vunnið Man Booker International Prize og fremstu virðisløn, sum latin verður í Póllandi.

Hon hevur higartil skrivað átta skaldsøgur og tvey stuttsøgusøvn, sum eru týdd til 30 mál. Verk hennara seta seg upp ímóti tí politikki, sum í eysturevropiskum londum mangan er kvinnukúgandi.

Aðrar bøkur Olga Tokarczuk

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
33,29 EUR
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
40,01 EUR
Staklutirnir
40,01 EUR
Kærleikin
40,01 EUR
Sára Malena
46,72 EUR
Hjarta mansins
46,72 EUR