Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Kristin Vestergaard
Bólkur/ar: Søga
Upprunaland: Føroyar
ISBN: 978-99972-1-572-7
Útgávudagfesting: 31. oktober 2024

Feðgarnir á Miðgerði og Kristin á Øgrum

Kristin Vestergaard

Bókin er um tríggjar menn, sum umboða trý ættarlið av miðgerða­monnum: Feðgarnar Poul á Miðgerði og Poul Johannis á Miðgerði og Kristin á Øgrum, abbason Poul Johannisar.

Poul á Miðgerði var sonur Jákup á Miðgerði í Kollafirði. Jákup var hegnismaður – bæði træsmiður, jarnsmiður og grótmaður. Hetta hegnið arvaðu synirnir og fingu roynt seg í øllum lutum bæði ­uttan- og innandura, so tá ið tann elsti fekk garðin, vóru hinir til reiðar at fara undir annað arbeiði. Teir vóru tiltiknir rask­ir skilamenn. Teir settu dám á sína samtíð bæði handaliga og andaliga. Dirvi og dygd og orka eyðkendi teir. Truplar tíðir kendu teir eyðvitað, men ljóst lyndi og bjarta lívsáskoðan áttu teir. Teir bardust við eitt ójavnt samfelag og góvu stundum yvir­stætt­ini høgg.  

Kristin á Øgrum livdi í eini broytingar­tíð, men ættarbregðið kom honum til gagns, tá ið eisini hann skuldi taka avgerðir, sum ávirkaðu menn og teirra húski í samtíðini.

Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Kristin Vestergaard

Orsøkin til, at eg gjørdi av at skriva hesa bók, stavar frá ungum árum. Pápi mín var við trolara, og túrarnir vóru langir, 4 mánaðir var ikki óvanligt. So aftan á skúlatíð var eg altíð inni hjá abba annaðhvørt við hús ella á seglloftinum. Soleiðis kom eg rættiliga nær honum frá heilt ungum árum. Hann spurdi um skúla og vildi vita, hvussu gekst. Viðhvørt kundi hann siga okkurt, eg ikki beinleiðis skilti, og onkuntíð kvæð hann okkurt, sum eg heldur ikki skilti. Eldri eg verði, forvitnari verði eg eisini. Vit høvdu ikki sjónvarp, Ipad og telefon, so tað var tað, eg hoyrdi og sá, og so bókasavnið

Hetta lítla íkast til mentanararv okkara er ein samanrenning av skaldskapi gjøgnum fleiri ættarlið, sjómansavrikum og lívgevandi vísdómsorðum, sum eru meira lík heimsspekini. Ov lítið er varðveitt frá Poul á Miðgerði, Poul Johannis á Miðgerði og Kristin á Øgrum. Tað, sum er varðveitt frá Poul á Miðgerði, er bert Helmingstátturin og onkrar hendingar, stutt ørindi og smáar søgur, sum Kristin á Øgrum og Elspa Vestergaard mintust. Tað eru væl fleiri enn tær, her eru nevndar, men óvissa er um endurgevingarnar.

Poul Johannis á Miðgerði er eitt gloymt táttaskald, og tættir hansara koma óvart á mong mentafólk. Hvussu kundi ein ólærdur maður í einum av heimsins minstu tjóðum yrkja tættir, ið hava eitt serligt orðalag og stíl, tí hann hevði onki samanberingargrundarlag?

Tað verður áhugavert at síggja, hvussu Poul Johannis á Øgrum verður mettur, nú fleiri av táttum hansara eru til skjals. 

Aðrar bøkur Kristin Vestergaard

Aðrar bøkur Søga

Á marknaðinum í heyst
Afturbrá
348,00
At liva í løtum
248,00
Minni frá míni lívsleið
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
298,00
Tættir og søgur úr Bíggjar søgu
448,00
Lív og lagna á Líðini
298,00