Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Friedrich Dürrenmatt
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Switzerland
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-539-0
Útgávudagfesting: 12. juni 2025

Illgruni

Friedrich Dürrenmatt

Hans Barlach løgreglumaður er farin at eldast. Hann hevur havt krabba, men ernast nú spakuliga aftur eftir skurðviðgerð.

Ein dagin varnast hann, at vinmaðurin Samuel, sum er lækni á sjúkrahúsinum, brádliga bliknar, tá ið hann sær eina mynd í blaðnum LIFE.

Maðurin á myndini sigst vera týski læknin Nehle, sum á andstyggiligasta hátt skurðviðgjørdi fangar ódoyvdar í týningarleguni Stutthof og síðan tók sítt egna lív í 1945.

Samuel greiðir Hans frá, at Nehle líkist óhugnaliga nógv einum Fritz Emmenberger, sum hann las saman við, og sum segðist búgva í Kili í krígnum. 

Teir fáa illgruna um, at Nehle og Emmenberger eru ein og sami maður. At hann framdi misgerðirnar í týningarleguni undir navninum Nehle, fór aftur til Sveis eftir kríggið og fór at reka sína egnu viðgerðarstovu.

Ráð verða løgd um, hvussu maðurin skal verða avdúkaður, men tað gongst ikki eftir ætlan …

Nøgd
Prísur
462,09 SEK
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Friedrich Dürrenmatt

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Bakið á pápa
462,09 SEK
Vestursandur
539,62 SEK
Frá høvur til hæl
539,62 SEK
Gloym meg
462,09 SEK
Neyðardýrið
462,09 SEK
Íslendskir kongar
539,62 SEK