Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Einar Már Guðmundsson
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Ísland
Kápusnið: Alexandra Buhl
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-618-2

Íslendskir kongar

Einar Már Guðmundsson

Knudsenættin hevur búð í Tangavík í meira enn tvær øldir, og sjálvandi búði hon víða um í landinum, og summi búðu uttanlands. Í Tangavík hava teir bygt sildar­verksmiðjur, vøruhús og handilshús, teir hava sitið í býráðum og býarstýrum, átt fiskastykki, mjølverksmiðjur, motorbátar, trolarar og frystihús, og teir hava stjórnað hornorkestrum, manskórum og kvinnu­feløgum. Knudsenættin hevur havt sína stór­veldistíð og er farin av knóranum. Hon er bæði horvin og komin afturíaftur, soleiðis sum tað plagar at ganga við konga­ættum, hon hevur verið bæði ómetaliga nógv avhildin og eisini illa dámd og alt har ímillum.

Í knudsenættini hava verið flogvit og høvdingar, bloytur og ótangar. Hálvbýtt bygdarfrell og løgnir fiskar hava rikist inn í ættina, og summir vórðu borgarstjórar, og aðrir endaðu enntá á tingi. Knudsenmenninir hava verið ráðharrar, lærarar, flogskiparar, tænarar, brotsmenn, sakførarar, ja, enntá alt í sama persóni. Konur av knudsenættini hava verið húsfrýr, flogtern­ur, og tær hava starvast við list og leir. Tær hava ­arbeitt nógv í vælgerðararbeiði og mentan, í frystihúsum og í fiski, á fiskastykkj­um og við flutningsbond, á býráðsskrivstovum, ­hotellum, matstovum, í skúlum og bankum.

Einar Már Guðmundsson hevur skrivað eina á mangan hátt stuttliga og áhugaverda skaldsøgu, har hann skoðar íslendingar og íslendska samfelagið innanífrá. 

Nøgd
Prísur
NOK 553,35
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Einar Már Guðmundsson

Íslendski yrkjarin og rithøvundurin Einar Már Guðmundsson (1954) hevur skrivað og givið út eini 30 verk á íslendskum. Fyri hetta hevur hann fingið nógvar viðurkenningar og heiðurslønir, eitt nú Íslendsku bókmentavirðislønina, Norðurlendsku bókmentavirðislønina og Norðurlendsku bókmentavirðislønina hjá svenska akademinum. Bøkur hansara eru týddar til nógv mál. 

Einar Már byrjaði sum yrkjari í 1980, tá ið hann gav tvey yrkingasøvn út. Síðan hevur hann útgivið skaldsøgur, stuttsøgur, barnabøkur og greinasøvn. 

Til rætta viðkomandi er sjeynda yrkingasavn hansara, og tað varð útgivið í Reykjavík í 2019. 

Aðrar bøkur Einar Már Guðmundsson

Frá høvur til hæl
NOK 553,35
Til rætta viðkomandi
NOK 283,03
Alheimsins einglar
NOK 268,72
Navnleysir vegir
NOK 298,93

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Av tí smærra slagnum
NOK 394,34
Á marknaðinum í vár
Bakið á pápa
NOK 473,84
Vestursandur
NOK 553,35
Frá høvur til hæl
NOK 553,35
Gloym meg
NOK 473,84
Neyðardýrið
NOK 473,84